Nú líður væl við útstykkingini á Fossum. Fyrstu stykkini eru longu latin eigarunum og í næstum verður verkætlanin handað kommununi.
Í farnu viku vóru gøtuljósini tendrað á Fossum. Allar gøtur eru asfalteraðar, og nú kavin liggur tjúkkur, so er eisini viðkomandi at siga, at framyvir verða hesir vegir eisini tiknir við í kavagevstur-ætlanina hjá kommununi.
Tað er Jákup Johansen, ið er starvsnæmingur í Klaksvíkar kommunu, sum hevur tikið myndirnar, skrivar klaksvik.fo, har fleiri av myndunum eru at síggja.
##med2##