Ljósini tendrað: Æðuvík í jólahýri

Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfirði, helt røðu og hornorkestur spældi, tá ið ljósini í Æðuvík alment vórðu tendrað í regni og vindi sunnukvøldið

Jólahýrur

Hóast veðrið var vánaligt við regni og vindi høvdu nógv fólk leitað sær til Æðuvíkar sunnukvøldið, tá ið tey mongu og vøkru ljósini í "jólabygdini" alment vórðu tendrað.
Hetta er triðja árið á rað, at æðuvíkingar gera nógv burtur úr at pynta bygdina til jóla ? og hvørt ár hava tey gjørt meira og meira burtur úr.
Hvørt hús er pyntað við ljósum ? tey flestu heilt úr túninum og upp í skjøldurin.
Tað skerst ikki burtur, at Æðuvík í jólamánaðinum er nakað heilt fyri seg ? til gleði fyri bæði børn og vaksin, sum búgva á staðnum og fyri tey mongu, sum leita á hesar leiðir.
Og tey eru mong, sum koyra sær ein túr til Æðuvíkar um kvøldarnar hesa tíðina av árinum.
Tað var borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, sum beyð vælkomin.
Eitt væl mannað hornorkestur við bæði børnum og vaksnum setti sín serstaka dám á løtuna.
Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfjarðar kommunu, helt røðu, sum fall væl í oyruni hjá teimum, sum komin vóru at lýða á og síggja væl pyntaðu bygdina.
Eftir røðu og hornatónleik, sum framborin vórðu undir vánaligum veðurlíkindum, bjóðaðu æðuvíkingar holukøkur og gløgg.
Hetta er fyrstu ferð, at æðuvíkingar hava skipað fyri almennum tiltaki, har ljósini í bygdini verða tendrað.
Tiltakið vardi umleið ein tíma og eydnaðist stak væl.