Ljósini á flogvøllinum vóru ikki nóg góð

Polska skaðanevndin, sum hevur kannað flogvanlukkuna við russiska býin Smolensk í apríl í 2010, sigur nú, at vánalig ljós á flogvøllinum og mistøk hjá flogskiparanum gjørdu, at flogfarið datt niður tætt við vøllin, júst sum tað skuldi seta seg.

Polski forsetin, Lech Kaczynski, var í vanlukkuflogfarinum saman við fleiri av teimum fremstu polsku politikarunum og herleiðarunum. Teir skuldu til Russland at taka lut í einum minningarhaldi í sambandi við, at 70 ár vóru liðin síðani hópdrápið í Katyn undir seinna heimsbardaga.

Flogvanlukkan við Smolensk kostaði 96 mannalív.