Ljósið við Zumbadansi í Vágsbotni

Fimleikaárið hjá Fimleikafelagnum Ljósinum byrjar við einum braki í Vágsbotni. Felagið fegnast um nýggju fimleikarhøllina í Gundadali. Tað eins og eitt nýtt tíðarskeið er byrjað innan fimleikin í høvuðsstaðnum, sigur Ann Hansen, formaður í Ljósinum.

Fimleikafelagið Ljósið leggur út við ein rættiliga spennandi og umfatandi skrá í vetur við m.a. Zumbadansi til bæði børn og vaksin eins og Power Fit og øðrum tiltøkum.


Ann Hansen frá Ljósinum sigur, at nú nýggja fimleikarhøllin FIMI er komin í Gundadali, er tað eins og eitt nýtt tíðarskeið er byrjað innan fimleikin í høvuðsstaðnum. Høllin hevur rútmiskar hallir og amboðshøll við øllum hentleikum, ið krevjast í nútíðar fimleiki. Tey liðini hjá Ljósinum sum ikki eru í FIMI fara at halda til í nýggju hallunum í skúlanum við Løgmannabreyt, ið eisini hava bestu karmar at geva liðunum og íðkarunum.


Í sambandi við at vetrarskráin hjá Ljósinum byrjar aftur, verður ein sonevnd Zumbaevent á Nólsoyarpállstorginum í Vágsbotni, har vit kickstarta fimleikin í ár, sigur Ann Hansen, sum leggur dent á, at øll eru vælkomin til framførsluna og at fáa okkurt leskiligt aftaná Zumbadansin.


Zumbaevntið í Vágsbotni verður gjørt í samstarvi við Miðlahúsið og verður sent beinleiðis í Rás2.


Fimleikaárið hjá Fimleikafelagnum Ljósinum byrjar leygardagin 28. august í FIMI, har tilmelding verður frá klokkan 10-12.



FAKTA:

Fimleikafelagið Ljósið, sum varð stovnað fyri 35 ár síðan, hevur luttikið í nógvum kappingum, bæði í Føroyum og uttanlands, eins og felagið hevur fostrað nógvar góðar fimleikarar, sum eru farnir víðari til dans og list av ymiskum slagi. Navnið Ljósið kemur frá yoga-venjingini "ljósið" (akslastøðan).