Ólavur Hátún
Fór tí at forvitnast, hvat ið mundi vera, og tá eg kagaði innar í kirkjurúmið, møtti mær ein stórfingin sjón: altarsgáttin var øll avtakin við tónleikarum, eitt so fjølmikið orkestur, sum neyvan hevur verið at síggja har áður. Skilti tá, at hetta var nýggja Landsorkestrið, 65-manna harmoniorkestur við úrvaldum spælarum víða úr landinum. Hevði lisið og hoyrt um hetta tiltak, og í mínum hugaheimi  sæð fyri mær í hesum úrvalsliði so mong kend andlit eitt nú frá árligu Musikkstevnunum; men tey, sum har sótu, vóru at kalla øll musikkskúlaungdómar, og tey tilkomnu vóru - við fáum undantøkum – lærarar teirra í Musikkskúlaskipanini. Ein glæsilig og vónrík fragd fyri eygað!
Og so dagin eftir at sita uppi á kirkjusvalanum og eygleiða og lata tónleikabrúsið spæla seg inn í sál og sansir, tað gjørdist ein av minniligastu løtum mínum haðan av kirkjuloftinum. 
Berharður Wilkinson.
Savnandi miðdepilin, hann, sum hevði allar træðrir út til teir ymsu ljóðførisbólkarnar í sínum kønu hondum, var Bernharður Wilkinson. Enn einaferð kundi tú sanna, at tað, at hesin hálvi sumbingur nú er at meta sum heilur føringur, ið við sínum breiða kunnleika og professionella førleika leggur sál og orku í at menna føriskt tónleikalív og lyfta tað upp móti altjóða støði, tað er størsta hepni, sum okkara tónleikaheimi hevur verið fyri. 
Hvørt mansbarn í landinum man kenna og fegnast um Bernharð Wilkinson frá árligu nýggjárskonsertunum, sum støðugt eru vaksandi í dygd og innihaldi. Men Benny, sum vit nevna hann, er eisini virdur uttanlands. Soleiðis hevur hann stjórnað symfoniorkestrum í býum sum Paris, Sofia og Santa Pætursborg, og sum orkesturleiðari havt undir sínum hondum kendar solistar sum Christian Lindberg, Manuela Barrueco og teir gitnu Swingle Singers. Sum solo floytuspælari hevur hann við Reykjavíkar Blásikvintett ferðast um allan heim og eisini spælt inn fleiri CD-diskar. Í hesum døgum vísa íslendingar Bernharði tann sóma, at teir hava kosið hann  sum tann fyrsta orkesturleiðaran at hava servenjingar við íslendska symfoniorkestrinum í nýggja, stásisliga Konserthúsinum í Reykjavík, sum nú verður tikið í nýtslu.
Onki endurljóð í bløðunum
Havi fyrr í umtalu fýlst á, at okkara fjølmiðlar vísa seriøsum tónleikatiltøkum so lítlan ans. Men við hetta høvið, tá ið sekstifimm spælarar valdir út millum tvífalt fleiri áhugaðar úr Vági, av Tvøroyri, úr Tórshavn, Vágum og Vestmanna, av Oyri, Norðskála, Strondum og av Toftum, úr Runavík, Fuglafirði og úr Klaksvík vóru savnaðir til sína fyrstu almennu framførslu var kortini at vænta, at bløðini fóru at kvaklast við. Men gakk! – har sást onki lívgandi endurljóð á prenti eftir konsertina.
Konsert í Reykjavík
Eftir hesa fyrstu roynd á palli gjørdi føriska Landsorkestrið konsertferð til Íslands og hevði m.a. framførslu í Reykjavík. Fekk aftaná at vita, at Kjartan Oskarsson, sum í sínari tíð var við til at leggja lunnar undir førisku musikkskúlaskipanina, sum sjálvur telist millum fremstu klarinettspælarar í Íslandi, og sum tey mongu seinnu árini hevur verið stjóri á Tónlistarháskúlanum í Reykjavík, var at síggja millum áhoyrarnar í býráðshøllini við Tjörnina. Sendi honum tá teldubræv og spurdi, hvat íslendsk tónlistarfólk mundu halda um nýggja føriska tónleikatiltakið. Svarið kom stutt eftir, og orðaljóðið var hetta:
“Góði Ólavur.
Rætt er tað, eg var á konsertini hjá blásiorkestri Benna.
Eg var sera hugtikin av hesum orkestri og hesum tiltaki. Orkestrið spældi avbera væl og við miklari spæligleði. Mær tókti tað undrunarvert at hoyra, hvussu væl tað hevur gingið at byggja hetta ljómlið upp hóast stutta venjingartíð. Eg eri vísur í, at við miðvísum framhaldi kann tað í Føroyum skapast eitt blásiorkestur, sum væl og virðiliga tolir samanburð við onnur slík orkestur úti í Europa.
Í orkestrinum eru fleiri sera dugnaligir einstaklingar, sum eg tíverri ikki veit, hvussu teir eita. Vil fegin nevna gentu, sum spældi á floytu og piccolofloytu (hon eitur Marta Torkilsdóttir), gentu, sum spældu sera vakurt nakrar klarinettsoloir (Billa Sandoy er navnið), men fyrst og fremst ungan drong  (Rúni Hentze), sum spældi 1. trompet og fleiri solopartar avbera væl. Sjálvandi er ikki neyðugt at taka fram, at Benny stjórnandi stóð seg við miklari sannføring.
Vil fegin ynskja føringum tillukku við hesum ljómliði, og tað frøddi meg serstakliga í orkestrinum at síggja nakrar av mínum gomlu næmingum.
Við kvøðu til tykkum øll
Kjartan ”
Dugnaligir og ídnir musikklærarar.
At nýggja Landsorkestrið eftir bert lítlum ári kundi náa slíkt støði og tykist hava vónríka framtíð fyri sær, er ikki minst okkara mongu dugnaligu musikkskúlalærarafólkum fyri at takka. Ikki bert gera tey sítt gerandisliga dagsverk til lítar, men mong av teimum átaka sær sjálvboðin og uttan samsýning at skipa fyri eyka tiltøkum føriskum tónleikalívi til frama, ið hava uppiborið meira almennan ans, enn tey fáa.
Soleiðis skipaðu musikkskúlafólkini í víðkaðum vikuskifti í september í fjør fyri tiltaki, sum tey kallaðu FramRás 2010, har nakað av tí framkomnasta í føroyskum tónleikalívi var at hoyra. Bløðini og kringvarpið, sum annars eru beinasom og fús, tá ið nakað við festivaldámi er á vási, lótu í hesum seriøsa føri lítið og onki við seg koma. Setti mær tí fyri at seta saman okkurt við serligum atliti til tey ungu og teirra tátt í konsertrøðini. Fyri nú ikki aftur at vaða runt í tí sama, sum tá eins og nú var aðalendamálið við skrivingini, loyvi eg mær her beinleiðis at endurprenta stubba burtur úr tí tá skrivaða: 
“Kringvarpið - bløðini
Útvarpið fyllir tað mesta av sínari senditíð við tónleiki; men hjá teim mongu, sum hava tónleik sum týðandi lívsinnihald, er lítið kveikjandi at hoyra. Heldur hinvegin er hetta eintáttaða tónleikasjarrið nátt sum dag týnandi fyri almennu tilvitanina um tónleikadygd. 
Ynskiligt er at fáa í lag eina objektiva, breiða viðgerð um, hvussu hendan listargrein, sum meira enn nøkur hevur beinleiðis ávirkan á sálarlív og tilveru, fær betri sømdir í okkara kringvarpi. Her verður ikki hugsað um popp ella klassiskt, men um meira fjølbroytni og víðari sjónarring.
Í bløðunum verður ikki so lítið skrivað um tónleik. At samtíðin, tað sum í løtuni er mest frammi á pallum, og sum lættliga livir millum fólk, fær rúmar ræsur, er væl skiljandi – tað er jú eisini slíkt, sum selir bløðini best. Men ikki er tað ein nøktandi mentanarligur hugburður, um ikki slíkt, sum krevur meira, - og sum frá líður eisini gevur meira - verður drigið betur fram í almenna ljósið. Summarfestivalir og poppkonsertir víða hvar eru sanniliga í høvuðsheiti av tí góða, og gleðiligt er tað, at tónleikur nú meira enn nakrantíð er nakað, sum ungdómurin tekur til sín. Av hesum sprettur eisini nýskapan, har íbornu talentini koma fram sum ongantíð fyrr. Men verða tey evnaríku ikki stuðlað og hildin til at gera meira burtur úr sínum vøggugávum – tað veri seg til tað skapandi eins væl og til tað íðkandi – so laðar hesin fjølmiðlaligi hávi ov lítið uppundir til eitt framkomið tónleikalív.”
Áhoyrararrómur, men ongin fjølmiðlaundirtøka
Lítlan mánaða eftir “FramRás 2010” var aftur tiltak í Vesturkirkjuni, sum musikklærarar innan okkara symfoniorkestur skipaðu fyri. Aðalverkið var “Árstíðirnar” eftir Vivaldi. Tað serstaka her var, at teir fýra solistarnir, sum hvør í sínum lag umboðaðu tær fýra árstíðirnar Várið, Summarið, Heystið og Veturin, vóru føringar ella av føriskum uppruna. Teir tríggir Øssur Bæk, Rúni Bæk og Rune Sørensen virka allir sum professionellir musikarar í útheimi, meðan tann fjórði, Sámal Petersen, hevur valt heimalendið og eigur sum fióllærari sín stóra lut í tí góða støði, sum strokspælið hevur á Frúutrøð. Undrunarvert tókti mær, at Sámal, hóast tær avmarkaðu avbjóðingar, sum okkara lítla tónleikaumhvørvi hevur at veita, ikki bert hevur varðveitt, men heldur hevur ment sín spæliførleika og stóð seg so væl í samstarvi við hinar úrmælingarnar. * 
Eftir hendan inngangandi aðaltátt á konsertskránni trinu allir strúkarar symfoniorkestursins fram á pall, og mær kylir enn í holdið minnið um tann orkesturljóm, vit tá fingu at uppliva við úrvaldum perlum fyri strúkiorkestur. Hetta var ikki øsandi tónleikur borin uppi av forsterkara og slagverki, men innilig og sterk tónlist, sum hevur tolað aldarslit, og sum enn fyllir sinnið hjá leikandi sum lurtandi. Áhoyrararómurin aftaná – eins og í Vesturkirkjuni umtalaða leygardag herfyri – vildi ongan enda taka, og so væl lýst sum hendan serstaka konsert hevði verið, mundu mong av teim fyrireikandi og teim luttakandi aftaná vænta at finna onkur fagnandi orð eisini á prenti. 
Men í bløðunum var aftur eiðasørt – har stóð onki. Og hví tað? Nei, fjølmiðlafólkini hava frí eftir lokna arbeiðstíð fríggjadag, verður sagt, og tey fara treyðugt fjølmiðlaørindir frá húsum í vikuskiftinum. Og tó er tað jú so, at fólk sita alspent við útvarpstólini bæði leygardagar og sunnudagar og lofta frásøgnum frá kringvarpsfólkum um ítróttagongdir víða hvar, og fyrst í viku eru bløðini á tremur um kappingar, sum hava verið í vikuskiftinum. Tú kanst ikki samanbera tónleik við ítrótt, man mangur siga. Persónliga havi eg áhuga fyri báðum, men vit eiga at gera okkum greitt, at meðan ítróttaligt virksemi og stóri ítróttaáhugin meira hoyrir teim ungu árunum til, so ber tónleikur í sær møguleika til lívsvirðir, ið kunnu varðveitast heilt upp í ellisár.
* Tað eru innan musikkskúlaskipanina fleiri enn Sámal, ið væl kundu vunnið sær professionellan vinnuveg uttanlands, men hava valt at arbeiða við føriskum børnum og ungdómi. Tað kann tí ikki ov mikið endurtakast, hvussu umráðandi tað er, at okkara musikkskúlalærarar í sínari arbeiðsskipan fáa høvi til at virka eisini sum útinnandi musikarar. Hetta er eisini besta tilelving til, at gávurík ungfólk kjósa sær tónleikin sum lívsleið, og at føriskir tónleikarar eftir útbúgving ikki “velja Førjar frá”, men venda aftur til støðuga menning av tónleikinum í heimlandinum.










