Framførslurnar, sum ætlandi skuldu verða á sandinum í dag, verða fluttar niðan á spæliplássið. Tað ávirkar ikki ljóðgóðskum stórvegis, verður sagt. Tað sigur Jónheðin Tróndheim, miðlasamskipari á G!-festivalinum.
Hann greiðir frá, at spæliplássið er væl egnað til framførslur.
- Sandurin krevur nøkur túsund fólk, áðrenn áskoðararnir merkjast. Soleiðis er ikki á spæliplássinum. Áskoðararnir fara ikki at hoyra stórvegis mun á ljóðgóðskuni, sigur Jónheðin Tróndheim.
Hann avdúkar eisini, at ein lítil pallur verður settur upp á festivaløkinum skjótt, sum skal hýsa nøkrum framførslum.
Soleiðis sær skráin út fyribils:
kl. 16.00: Marius
kl. 16.30: Lyon
kl. 17.00: Högni