- Vit hava fingið eina góða loysn, sum vit kunnu fegnast í og tað hevur verið stórur vilji at fáa hetta at bera til.
Les eisini: Skansi Offshore hevði hall uppá 200 milliónir
Tað sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore. Hann ásannar, at undirskotið í løtuni er ógvusligt, men úrslitið á niðurskrivingarnar vísir, at talan er er um eitt rakstarúrslit á minus 26 milliónir, sum ikki er nóg gott uppá sikt, men hóast alt sær framtíðin heldur bjartari út.
- Bransjan hevur verið langt niðri, men eg tori at siga, at eitt ljóspunkt er at síggja. Vit hava fingið nakrar góðar sáttmálar, men tað er eingin ivi í, at øll feløg í vinnuni hava brúk fyri, at tað heldur fram, sigur Jens Meinhard Rasmussen.