- Tað skulu gerast nakrar fyrireikingar, so okkara hugsan er tað, at meðan mann borar til Sandoynna, so kann mann gera nakrar kanningar til Suðuroynna. Tað kostar ikki alla verðina og kann spara tíð seinni.
Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum fegin vil fingið ferð á arbeiði við Suðuroyartunnlinum.
- Í grundini er tað bara at bora grót, men sjálvandi er prísurin høgur. Tó skal mann hava í huga hvussu nógv kann sparast í skipum við einum tunnli. Tí kunnu vit hugsa um tað nú, sigur Henrik Old.