Ljóðbrot: Nýskipanin má ikki verða Landsbankin umaftur

- Eg vil heldur hava fastar karmar, sjálvt um teir eru eitt sindur verri enn teir eru nú, enn ótryggar karmar.

 

Tað segði Kristian Martin Petersen, ið umboðaði felagið línuskip á kjakfundi í Klaksvík. Tiltakið var hildið í samband við Torradagar í ár.

 

Fríggjakvøldið var ein panelfundur við umboðum frá vinnuni hildin. Kjakast var nógv um atkomuligheit í vinnuni eftir uppskotinum um nýskipan umframt at vinnuligu aktørarnir fingu møguleikan at geva sínu egnu tilmælir, hvussu ein nýskipan kann síggja út.

 

Kristian Martin Petersen segði, at tað mest umráðandi í samband við eina nýskipan var, at karmarnir blivu tryggir.

 

- Brúka tað neyðugu tíðina, at finna eina breiða semju, so vit ikki fáa ein støðu sum Landsbankanum, har hann fyrst bleiv avtikin og síðani endurstovnaður, tá onnur komu til, sigur Kristian Martin Petersen.

 

Hoyr Kristian Martin Petersen við at trýsta á pílin undir myndini.