Eysturoyggin er ein sólskinssøga, sum vit kunnu vera stolt av. Og tað er væl hugsandi, at verða almenn arbeiðspláss flutt í Eysturoy, hevði tað verið meiri til fortreð hjá privatu vinnuni, enn tað hevði verið til gagns.
Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, sum sjálv er úr Fuglafirði.
Teir tríggir tingmenninir, Magnus Rasmussen, Bill Justinussen og Kári P. Højgaard, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa fleiri almenn størv út á bygd.
Nógvir tinglimir taka undir við, at ein ætlan verður løgd fyri, hvussu almenn arbeiðspláss kunnu javnast út um landið - og í hesum sambandi varð eisini hugsað um Eysturoy.
Sonja Jógvansdóttir tekur partvíst undir við hesum. Men hon heldur, at tað skal gerast við varsemi
Hon heldur, at Eysturoy er væl fyri, tí har er nógv arbeiði og arbeiðsloysi er lítið. Hon heldur, at Eysturoy er eitt gott dømi um eitt øki, har tað er tann privata vinnan, sum drívur verkið.
– Tað er ikki Eysturoy, vit skulu hugsa um, tá ið vit tosa um at flyta almenn størv út á bygd, tí hon skal nokk klára seg hóast tey almennur arbeiðsplássini er frá , sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon vísti á, at í Fuglafirði eru flestu almennu arbeiðsplássini flutt av bygdini. Men tað merkir ikki, at har eru fá arbeiðspláss, tí har eru nógv privat arbeiðspláss.
Og tað er sama støða aðrastaðni í Eysturoy, og tað hevði helst verið til størri skaða enn gagn at lagt fleiri almenn arbeiðspláss í Eysturoy, tí tað hevði drena privatu vinnuna fyri starvsfólk.
Og hon veit eisini, at longu sum er, stríðist privata vinnan við at fáa skikkaða arbeiðsmegi og tí hevði tað ikki gjørt støðuna betri, at lagt fleiri almenn størv í Eysturoy afturat.
Hinvegin heldur hon, at tað hevði verið skil í at sett fleiri arbeiðspláss á stovn í Suðuroy og í Sandoy, tí tey plássini eru dragnað aftur úr.
– Men vilja vit hava fleiri almennar stovnar í Eysturoy, eigur fyrsta stigið at vera at lata eina Rúsu upp í Fuglafirði, legði hon afturat.
Hoyr samrøða við Sonju Jógvansdóttir við at trýsta á pílin undir myndini.