Samstundis ger hon greitt, at hon heldur fram í starvinum sum stjórnarleiðari.
Tað sigur hon við BBC sambært tíðindastovuni AFP.
– Eg átaki mær ábyrgdina og biði orsaka fyri tey mistøk, sum eru gjørt. Vit fóru ov langt og ov skjótt fram, sigur hon.
Liz Truss, sum hevur verið forsætisráðfrú í Bretlandi er rættiliga komin í andglettin, tí stjórn hennara er komin við skattalættum til tey ríku, sum ikki eru fíggjaðir. Tosað verður nú opið um, at hon valla heldur í starvinum til jóla, tí ónøgdin er so stór við hana innanfloks.











