Brørup Sygehus duldi, at tey, sum tað fyrsta sjúkrahúsið í Danmark, høvdu fingið eina bakteriu, sum í fjør var atvoldin til, at meira enn 8000 doyðu í Englandi. Brørup Sygehus duldi, at tey, sum tað fyrsta sjúkrahúsið í Danmark, høvdu fingið eina bakteriu, sum í fjør var atvoldin til, at meira enn 8000 doyðu í Englandi.
B.T. skrivar í kvøld, at 13 sjúklingar á tveimun sjúkrahúsum í Suður-Jútlandi eru smittað við bakteriuni C. difcile 037. Bakterian hevur kravt eitt mannalív á Brørup Sygehus.
Bakterian hevur gjørt av við 4. hvønn, sum verður smittaður. Tað hevur viðført, at øll sjúkrahús í Europa eru undir øktum eftirliti av heilsumynduleikunum, sagt verður, at tað er væntandi reinføri á sjúkrahúsunum, sum ger at smittan trívist.
Í Englandi doyðu 8324 av bakteriuni í fjør.
-Tað er ein bakteria, sum sjúkrahús eiga at taka í størsta álvara. Um fólk, sum eru veik, fáa bakteriuna, kann tað gera, at tey doyggja, sigur Katarina Olsen á Statens Serum Institut við B.T.