Enska blaðið The Times skrivar í dag, at Liverpool hevur ætlanir um at leiga unga høgra bakkin frá Atletico Madrid, Javier Manquillo, á einari tvey ára leigu avtalu.
Javier Manquillo er 20 ára gamal og hevur spælt fleiri dystir á teimum yngru sponsku landsliðunum. Higartil er hann tó bert skrásettur fyri 6 dystir á besta liðnum hjá Atletico Madrid.
Tað ljóðar at Liverpool hevur við í avtaluni, at felagið kann keypa unga verjuleikaran leysan, tá leigusáttmálin gongur út. Upphæddin, ið Liverpool kann keypa verjuleikaran fyri, ljóðar til at liggja um 45 milliónir krónur.