Liverpool: Real Madrid fær ikki Salah

Eitt boð upp á tvær milliardir krónur er ikki nokk til at keypa Mohamed Salah

Fyrru hálvfinalurnar í Champions League benda á, at tað verða Liverpool og Real Madrid, sum møtast í finaluni. Longu í vetur hava søgur gingið í altjóða miðlum, at Real Madrid vil hava stóru stjørnuna hjá Liverpool, Mohamed Salah.

 

Spanskir miðlar, við góðum sambandi í Real Madrid, skrivaðu fyrr í ár, at Real Madrid hevur sett eyguni á Neymar Jr og Mohamed Salah, sum komandi stóru stjørnunar í felagnum, nú menn sum Gareth Bale og Karim Benzema tykjast hava havt sínar bestu dagar.

 

Eisini forsetin í fótbóltssambandinum í Egyptalandi, har Mohamed Salah er frá, hevur nevnt Real Madrid sum eitt gott skifti hjá skjóta vonginum, ið sunnudagin bleiv kosin til ársins spælara í Premier League. Venjarin hjá Liverpool er tó ikki bangin.

 

- Eg veit, at Mohamed Salah hevur tað gott í Liverpool og veit, at spælistílurin hjá okkum hóskar seg væl til hann. Tí eri eg ikki bangin fyri einum skifti, segði Jurgen Klopp fyrr í hesum mánaðinum.

 

Nú skrivar stóru bretski miðlarnir, at Liverpool skal hava boðað frá, at sjálvt eitt boð upp á tvær milliardir krónur verður avvíst. Toppskjúttin í Premier League hevur fýra ár eftir av sáttmálanum, men eitt nú Dailymail skrivar, at samráðingar eru í gondum um at tillaga nýggjan sáttmála.

 

Liverpool hevur tó søguligt havt torført við at halda Real Madrid og FC Barcelona frá sínum bestu spælarum. So seint sum í vetur skifti Philippe Coutinho til FC Barcelona. Undan honum eru menn sum Luis Suarez og Javier Mascherano farnir sama veg, meðan Steve McManaman, Michael Owen og Xabi Alonso allir hava hava skift til Real Madrid í bestu árum.