Bæði Liverpool og Manchester United eru ákærd av UEFA, eftir Europa League dystin á Old Trafford í gjár.
Fleiri áskoðarar fóru til hendurs, tá nakrir Liverpool áskoðarar millum heimaáskoðararnar sjónliga stuðlaðu Liverpool. Eftirfylgjandi rungaðu eisini ærumeiðandi sangir á Old Trafford, har áskoðararnir syngja um eitt nú Munchen vanlukkuna, sum í 1958 kostaði millum annað átta Manchester United spælarunum lívið.
Í fyrra dystinum á Anfield var eisini ballada, tá Manchester United áskoðarar sungu um Hillsborough og Heysel vanlukkurnar, ið báðar kostaðu fleiri mannalív.
Fyri Liverpool kemur tað illa við, at bara Liverpool er ákært fyri ærumeiðandi og ósømiligar sangir, tá Manchester United viðhaldsfólk somuleiðis sungu um vanlukkur, sum hevur verið partur av.
Fimm mans vóru handtiknir av Greater Manchester løgregluni eftir dystin. Fýra Liverpool viðhaldsfólk og ein Manchester United viðhaldsmaður, skriva bretsk bløð í dag.










