Liverpool og Fulham í eldin í kvøld

Í gjár reyk seinasta enska liðið úr Champions League, tá Manchester United fall ímóti týska risanum Bayern Munchen. Eftir í Evropa eru Liverpool og Fulham, ið taka lut í Europa League. Liverpool skal á heimavølli venda einum 2-1 ímóti oddaliðnum í Portugal.

 

- Eg eri sannførdur um, at vit kunnu vinna á Benfica. Vit spæla væl á heimavølli fyri tíðina. Vit hava ein møguleika at vinna eitt steyp. Tí er dysturin týdningarmikil fyri fólki kring felagið, viðhaldsfólkini og felagið sum heild, sir Liverpool venjarin, Rafael Benitez.

 

Liverpool eru uttan leikbannaðu Ryan Babel og Emiliano Insua, meðan spanski framherjin, Fernando Torres, er klárður.

 

Allir dystirnir byrja kl 20.05:

 

Atlético Madrid - Valencia

Liverpool -Benfica

Standard Liege - Hamburg SV

VfL Wolfsburg - Fulham