Bæði ensku liðið í Evropa League taptu í kvøld á útivølli. Liverpool tapti 1-0 móti Braga úr Porgutal, meðan Manchester City tapti 2-0 móti Dynamo Kiev. Liverpool vann í vikuskiftinum á Manchester United, men teir megnaðu ikki at fylgja sigrinum upp í kvøld í fyrru 1/8 finaluni í Evropa League. Á einum annars frálíkum vølli í Portugal taptu teir við einum máli móti ongum. Málið kom í fyrra hálvleiki upp á brotsspark, ið Sotirios Kyrgiakos gjørdi. Tað var Osorio Costa Silva Alan, ið umsetti brotssparkið til mál. Liverpool hevði einki at bjóða upp á inntil Andy Carroll kom á vøllin í seinna hálvleiki, men tað bleiv ikki til meir enn nær við.
Í bítandi kulda í Ukreina tapti Manchester City 2-0 móti Dynamo Kiev. Tað var ein gamal kenningur í enskum fótbólti, ið legði Dynamo Kiev á odda. Fyrrverandi Chelsea og AC Milan framherjin, Andrej Shevchenko, varð fyrstur á eitt innlegg og skoraði. Stutt fyri tíð økti Oleg Gusev til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Liðini hittast aftur um eina viku.
Evropa League úrslit:
Bayern Leverkusen ? Villarreal 2-3
Braga ? Liverpool 1-0
CSKA Moskow ? FC Porto 0-1
PSV Eindhoven ? Rangers 0-0
Ajax ? Spartak Moscow 0-1
Benfica ? PSG 2-1
Dynamo Kiev ? Manchester City 2-0
Twente ? Zenit 3-0