Liverpool nýggjan sponsor

Liverpool hevur í 17 ár spælt við Carlsberg á bringuni, men tað verður nú søga. Liverpool hevur gjørt eina nýggja sponsoravtalu, sum er verd meira enn 700 milliónir krónur fyri næstu fýra árini. Enn er tað ikki váttað, hvør nýggi sponsorurin er, men hildið verður, at tað er altjóða bankin Standard Chartered. Nýggja avtalan kemur í gildi næsta summar.