Liverpool í keypsrúsi

Liverpool hevur í dag keypt Naby Keita til komandi summar og bjóða upp á annan spælara

Liverpool hevur í dag keypt Naby Keita frá týska RB Leipzig, fyri nakað undir eina hálva milliard krónur. Avtalan inniber, at Naby Keita spælir við RB Leipzig hetta kappingarárið, og verður ikki Liverpool spælari fyrr enn 1. juli í 2018.

 

Liverpool hevur leingi verið sett í samband við 22 ára gamla miðvallaran úr Guinea. Tvær ferðir hevur Liverpool roynt at keypt hann í summar, men týska felagið vil ikki selja í ár. Naby Keita hevur tó í sáttmálanum, at hann kann blíva seldur fyri 385 millónir krónur komandi summar.

 

Hesum hevur Liverpool gingið á møti og síðani goldið RB Leipzig eina upphædd, fyri at sleppa at gjøgnumføra handilin longu nú. Naby Keita skal spæla við nummar 8 á rygginum, sum er fyrrverandi talið hjá Steven Gerrard.

 

Bjóða upp á Lemar

Millum annað BBC skrivar, at Liverpool eisini hevur bjóðað næstan eina hálva milliard krónur fyri Thomas Lemar, sum spælir við Monaco. 21 ára gamli franski landsliðsspælarin hevur verið settur í samband við fleiri stórfeløg í summar.

 

Amerikansku eigararnir í Liverpool, FSG, hava verið ákærdir fyri ikki at brúka nokk av pengum, men við hesum sær út til, at felagið ætlar at bjóða teimum stóru av.

 

Liverpool vann seg í farnu viku í Champions League bólkaspælið, sum gevur nógvar pengar, meðan felagið somuleiðis skal vera í holt við at selja Mamadou Sakho til Crystal Palace. Tað eru nakrir av pengunum, sum skulu fíggja keypini.

 

Liverpool hevur eisini verið sett í samband við Alex Oxlade-Chamberlain í Arsenal, men BBC skrivar í kvøld, at Chelsea hevur fingið góðtikið boð upp á enska landsliðsspælaran.