Tað var undirhaldandi og til tíðir umstrítt, tá Liverpool í kvøld vann 3-1 á Tottenham í seinasta dystinum í 20. umfari. Eftir fýra dystir uttan mál og fimm dystir uttan sigur í Premier League, hevur Liverpool við sigrinum meldað seg inn aftur í meistarastríðið.
Longu í fyrstu minuttunum kundi Sadio Mané havt lagt Liverpool á odda, men bara ein minutt seinni skoraði Tottenham. Tó vísti tað seg, at Heung-Min Son var ein sentimetur ella tveir rangstaddur í uppspælinum.
Liverpool slapp við skrekkinum og kom á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Sadio Mané spældi inn til Roberto Firmino, sum prikaði bóltin í málið. Sami Roberto Firmino avgjørdi dystin á Anfield millum liðini í desembur.
Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá lokali spælarin hjá Liverpool, Trent Alexander-Arnold, sendi ein retur í málið. Nú stevndi Liverpool móti fyrsta sigrinum í 2021, men tað gingu bara fáir minuttir, so minkaði danski stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá Tottenham, Pierre-Emile Højbjerg, um munin til 2-1.
Nú vippaði dysturin, og tað endaði við at hann vippaði til fyrimuns fyri Liverpool. Fyrst skoraði Mohamed Salah eitt avbera flott og væl spælt álop, men málið bleiv kolldømt, tí Roberto Firmino brúkti hondina til hjálpar í uppspælinum.
Tað bleiv sett punktum, tá Sadio Mané var grammur í brotsteiginum og sendi eitt innlegg frá nógv útskeldaða Trent Alexander-Arnold í málið. Hesa ferð verður tað verjuspælarin hjá Tottenham, Joe Rodon, sum fer at fáa skeld, tí hann ikki ruddaði innleggið vekk.
Her kann eisini nevnast, at Liverpool bara hevði ein royndan miðverja tøkan, men Joel Matip mátti av vøllinum í hálvleikinum við skaða. Tað mátti Harry Kane eisini. Liðskiparin hjá Tottenham fekk tvær taklingar inn á økilin og mátti takka fyri seg.
Liverpool er nú aftur í meistarastíðnum, eftir at Manchester United í gjár tapti óvæntað fyri Sheffield United. Manchester City er oddalið og flúgvandi í løtuni.
1 | Man City | 19 | 12 | 5 | 2 | 36:13 | 41 |
2 | Man Utd | 20 | 12 | 4 | 4 | 37:27 | 40 |
3 | Leicester | 20 | 12 | 3 | 5 | 36:22 | 39 |
4 | Liverpool | 20 | 10 | 7 | 3 | 40:23 | 37 |
5 | West Ham | 20 | 10 | 5 | 5 | 30:24 | 35 |
6 | Tottenham | 19 | 9 | 6 | 4 | 34:20 | 33 |
7 | Everton | 18 | 10 | 3 | 5 | 29:22 | 33 |
8 | Chelsea | 20 | 8 | 6 | 6 | 33:23 | 30 |
9 | Arsenal | 20 | 9 | 3 | 8 | 26:20 | 30 |
10 | Aston Villa | 18 | 9 | 2 | 7 | 33:21 | 29 |
11 | Southampton | 19 | 8 | 5 | 6 | 27:24 | 29 |
12 | Leeds | 19 | 8 | 2 | 9 | 32:35 | 26 |
13 | Wolves | 20 | 6 | 5 | 9 | 21:29 | 23 |
14 | Crystal Palace | 20 | 6 | 5 | 9 | 24:36 | 23 |
15 | Burnley | 19 | 6 | 4 | 9 | 13:24 | 22 |
16 | Newcastle | 20 | 5 | 4 | 11 | 19:34 | 19 |
17 | Brighton | 20 | 3 | 9 | 8 | 22:29 | 18 |
18 | Fulham | 19 | 2 | 7 | 10 | 15:27 | 13 |
19 | WBA | 20 | 2 | 5 | 13 | 15:48 | 11 |
20 | Sheffield Utd | 20 | 2 | 2 | 16 | 12:33 | 8 |