Liverpool framvegis oddalið

Undan dystinum bendi alt annars á, at Chelsea fór at vinna dystin og harvið yvirhála Liverpool á stigatalvuni. Teir høvdu nevniliga vunnið allar sínar útidystir í ár, samstundis sum Everton einans hevði vunnið sær ein sigur á sínum heimavølli ? og so illa hevur einki annað lið í Premier League staðið seg á egnum vølli í ár.

Haraftrat hevði Everton ikki vunnið ein einasta dyst seinastu 20 ferðirnar, teir hava møtt Chelsea.

 

Everton vann heldur ikki í kvøld, men tað eydnaðist at fáa eitt stig til høldar. Til hetta fingu teir góða hjálp frá liðformanninum hjá Chelsea, John Terry, sum varð vístur av vølli tíggju minuttir fyri hálvleik, eftir eina ófantaliga takling.

Tískil gjørdist tað ógvuliga trupult hjá Chelsea, og tað eydnaðist teimum heldur ikki at fáa mál, og sostatt endaði dysturin 0-0.

 

Tað merkir, at Liverpool framvegis er oddalið í Premier League ? eitt stig frammanfyri Chelsea.