Liverpool fjeppararnir lótu kekk til barnadeildina

Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum fekk 12.000 krónur frá Liverpool Føroyum

Fyri stuttum skipaði Liverpool Føroyar fyri einari uppboðssølu av fýra troyggjum hjá Liverpool legenduni, Jamie Carragher.

 

Avrátt var, at tann innkomni peningurin skuldi fara til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.

 

Í dag handaði John Dam, næstformaður í Liverpool Føroyum deildarleiðaranum, Rúnu Wardum kekkin, sum fegnaðist stórliga um gávuna. Rúna sigur, at kekkurin fer at verða væl brúktur til børnini á Landssjúkrahúsinum.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við John Dam og Rúnu Wardum.