Liverpool-feløg selja

Steven Pienaar hevur síðani kappingarárið 2007-2008 verið ein týdningarmikil partur av Everton miðvøllinum. Hann var keyptur fyri lítið og einki frá týska Dortmund og saman við millum annað Mikel Arteta hevur hann staðið fyri tí álopskenda partinum av miðvøllinum hjá Everton.

 

Í kvøld gjørdi Steven Pienaar greitt á Twitter, at hann nú skiftur til London felagið Tottenham. Suðurafrikanarin hevði sáttmála við Everton til endan av hesum kappingarárinum. Hann var ikki sinnaður at leingja sáttmálan, so Everton valdi at selja nú, so teir kundu fáa eitt sindur av peningi afturfyri.

 

Prísurin fyri Steven Pienaar verður mettur at liggja um 27 milliónir krónur. Chelsea var leingi inn í myndini at keypa landsliðsleikaran úr Suðurafrika, men at enda valdi Steven Pienaar also grannarnar úr Tottenham. Steven Pienaar er 28-ára gamal og hevur umframt Everton, eisini umboðað Ajax.

 

Liverpool hevur góðtikið eitt boð upp á Ryan Babel frá týska felagnum Hoffenheim. Sambært SkySports liggur boðið um góðar 55 milliónir krónur, sum er áleið helvtin av tí Liverpool keypti Ryan Babel fyri á sinni frá Ajax.

 

Ryan Babel hevur tó sagt við miðlar í Hollandi, at honum hevði dámt væl at sloppi aftur til Ajax. Hann vísti samstundis á, at Liverpool tykjast sera áhugaði í Ajax framherjanum, Luis Suarez, so tað er upplagt, at hann fer hinvegin.