Í gjár hevði føroyska fjepparafelagið hjá Liverpool, Liverpool Føroyar, árligu ræstkjøtaveitsluna fyri sínum limum. Borðhaldið endaði við, at fjepparafelagið handaði viðgerðarheiminum “Frælsið” eina peningagávu á 25 túsund krónur.
Martin Kúrberg, leiðari á Frælsinum, kom í Bowlinghøllina at taka ímóti kekkinum. Hetta eru alt pengar, sum Liverpool Føroyar hevur savnað inn við sínum virksemi. Eitt nú hevur felagið burturlutað ymiskar lutir, havt eitt stórt tiltak í samband við Champions League finaluna í fjør og havt uppisølu.
Bara í gjár komu 40 túsund krónur inn í uppisøluni. Millum annað bleiv ein troyggja við autografum frá Champions League vinnarunum frá 2005 seld fyri 17 túsund krónur.
Liverpool Føroyar letur á hvørjum ári eina peningagávu til vælgerandi endamál. Sagt verður úr Liverpool Føroyum, at latið í gjár var avbera gott. Fyrr um dagin vann Liverpool 3-0 á AFC Bournemouth og liggur í løtuni á fyrsta plássi í Premier League.