Liverpool eyðmýkti United

Manchester United upplivdi eitt søguligt skrædl á heimavølli leygardagin, og sjáldan hevur verið so kvirt á Old Trafford. Stóri syndarin hjá United var Nemanja Vidic

PREMIER LEAGUE

 

Tvey tey best umtóktu liðini í Onglandi, Føroyum og í mongum øðrum londum, Manchester United og Liverpool, spældu seinna Premier League-dystin sínamillum á Old Trafford leygardagin. Lagt var upp til ein javnan dyst, har United kanska var ein lítil favorittur, tí teir vóru á heimavølli.

Men tá leyst og liðugt var, sást einki til hetta. Liverpool vann 4-1, sum er størsta tapið hjá Manchester United á heimavølli, í søguni hjá Premier League, sum byrjaði í 1992. Tapið er tað størsta, Manchester United hevur havt ímóti Liverpool síðani 1936, tá Liverpool vann 5-2.

 

United byrjaði best

Fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki var tað tó United, sum var best, og tá hálvleikurin var hálvrunnin fekk heimaliðið brotsspark. Ji-Sung Park elti ein bólt inni í brotsteiginum, Liverpool-málverjin, José Reina kom út, og hann feldi Park. Dómarin var ivaleysur, og peikaði á brotssparksblettin. Cristiano Ronaldo var ísakaldur, og setti bóltin í netið til 1-0.

Men Liverpool misti ikki mótið. Tað er ikki nógv, sum Liverpool- og United-viðhaldsfólk kunnu semjast um, men tað er so breið semja um, at United-verjuspælarin, Nemanja Vidic, spældi sín ringasta dyst fyri United leygardagin.

Tá 27 minuttir vóru farnir, slapp hann at kenna hvussu vandamikil Liverpool-framherjin, Fernando Torres, er. Torres tók bóltin frá Vidic, sum ikki hevði hóming av, hvat hann skuldi gera við bóltin. Einsamallur við Edwin van der Sar, var Torres tryggleikin sjálvur, og javnaði til 1-1.

Beint fyri steðgin var liðskiparin, Steven Gerrard, feldur av Patrice Evra í United-brotsteiginum. Heldur ikki hesaferð var dómarin í iva. Steven Gerrard átók sær sjálvur at skjóta, og legði Liverpool á odda 2-1.

 

Syndarin Vidic

United trýsti nógv eftir steðgin, og teir pumpaðu nógvar bóltar inn í brotsteigin, sum Liverpool-verjan beindi burtur. Nakrir málmøguleikar vóru til heimaliðið, men teir tóku ikki av, og Liverpool vaks alsamt í trúnni.

Tá 76 minuttir vóru farnir tekur Nemanja Vidic og jarðleggur Steven Gerrard, og ger ilt verri við at gestikulera, at har einki áfatt. Men Steven Gerrard var í fríari álopsstøðu, og tí mátti dómarin reka Vidic av vølli, og døma fríspark til Liverpool. Hesum tók brasilski Fabio Aurelio sær av og skjeyt eitt so væl plaserað fríspark inn í handara hornið, at van der Sar bert kundi vera eygleiðari. 1-3, og risafrøi á Liverpool-spælarum og -áskoðarum.

United-venjarin, Alex Ferguson, hevði stutt áðrenn sent Ryan Giggs, Paul Scholes og Dimitar Berbatov inn á vøllin fyri at tryggja United tað eina stigið. Men 10 ímóti 11 og tvey mál aftanfyri var ov brøtt brekka hjá United. Ronaldo kundi tó havt skorað til 2-3, men heilkiksaði. Og ógvuliga sigandi um dystin, so lobbaði innskifti Liverpool-spælarin Andrea Dossena – beint aftaná møguleikan hjá Ronaldo – bóltin upp um van der Sar til 1-4, beint aftaná.

Og tá dómarin bríkslaði, mundu fleiri Liverpool- enn United-viðhaldsfólk vera eftir á áskoðaraplássunum. Ein uppiborin sigur til Liverpool, sum vardi væl og var effektivt. United er tó enn fýra stig framman fyri Chelsea og Liverpool, og hevur enn ein dyst til góðar.