Tá Livar Nysted og manning umborð á Avalon løgdu frá landi í Thurso í Skotlandi 25. juli og settu kós móti Føroyum, visti Livar, at fyri hvønn kilometur hann róði, savnaði hann enn meiri pening til eitt barnaheim í Kenja.
Rógvingin var nevniliga stuðulsrógving fyri felagsskapin NLAI. Fólk høvdu bundið seg til at geva eina ávísa upphædd fyri hvønn kilometur, Livar og manning róðu. Avalon, Livar og manningin vunnu upp á land í Føroyum og løgdu at á Gomlurætt 3. august.
Nú er liðugt uppgjørt, og samlaða inntøkan í sambandi við rógvingina er 31.150 krónur, sigur kona Livar, Svanna Sigmarsdóttir Nysted.
Peningurin fer óskerdur til at gera eitt nýtt dreingjaheim í Nakuru, Kenja, sum er býurin, sum felagsskapurin NLAI er virkin gjøgnum.
Nógvir føroyingar eru knýttir at felagsskapinum við at stuðla einum ella fleiri børnum á barnaheimunum hjá felagsskapinum fíggjarliga.
Næstin, ið er stuðulsbólkurin hjá NLAI her í Føroyum, skipar eisini javnan fyri hjálparferðum til Kenja, umframt stuðulstiltøkum her heima.
Les eisini Hava skyldu at hjálpa