Randi Jacobsen
So nógv fólk hava neyvan nakrantíð verið í Havnnasundi í senn, tók ein maður til, meðan bíðað varð eftir, at Livar Nysted skuldi koma.
Flogfarið við honum skuldi lenda klokkan 21.15, men tað varð seinkað, og tí kom maðurin ikki fram fyrr enn klokkan var hálvgum eitt um náttina.
Bygdin var skrýdd við ljósum, og ein reyður leypari lá frá bryggjuni og niðan frá.
Livar Nysted og fylgi hansara koyrdu nevniliga ikki til Hvannasunds.
Hann varð settur av hinu megin sundið, har kappróðrarbáturin Norðoyingur lá mannaður og bíðaði.
Tá ið báturin nærkaðist Hvannasundi, varð ljósbluss tendrað afturi í rong, og Livar stóð sjálvur frammi í skuti við árini av bátinum Srtemis, sum teir róðu tvørtur um Atlantshavið.
Livar heilsaður við nógvum klappum, og tók sína tíð hjá honum at ganga niðan eftir reyða leyparanum, tí mong vóru tey, sum vildu geva honum eitt klemm.
Í meðan spældi Eyðun Nolsøe ein sang á pallinum, ið settur varð upp í grannalagnum hjá Livari og familju hansara.
Borgarstjórin Veronika Petersen bað Livar um at koma upp á pallin og rósti honum fyri at hava framt eitt tað størsta ítróttarbragdið, sum nakar nakrantíð hevur gjørt.
Hon nevndi, at í øllujm tí, sum Livar hevur gjørt, hevur havið gingið aftur. Hann tímdi ikki væl at ganga í skúla og fór tí 15 ára gamal til skips. Hann hevur listarligar gávur, og havið sæst eisini aftur í verkum hansara.
Sum ítróttarmaður hevur hann íðkað judo, flogbólt, men mest er hann kendur sum rógvari og hevur verið við til at vunnið FM-heiti í øllum bátastøddum.
Nógvar royndir hava verið gjørdar at rógva tvørtur um Atlantshavið, men tað eydnaðist ikki fyrr enn nú, 114 ár síðan nakar gjørdi bragdi seinast. Tað eru teir kmomnir í metbókina hjá Guiness fyri, men eisini fyri at hava róð longsta teinin í 24 tímar.
Borgarstjórin rósti eisini konu Livar, Svannu sum hevur víst seg sum ein sterk kvinna.
? Livar hevur prógvað, at tað loysir seg at seta sær mál, og við hesum er reistur ein varð í Føroya søgu, segði Veronika
? Petersen.
?
? Livar málleysur
? Livar er vanliga ikki skorin fyri tungubandið, men hesa løtuna stóð á hjá honum at siga nakað.
? Eg var púra málleysur, tá ið eg sá ta stóru fjøldina her, segði hann bara og takkaði teimum, sum møttu vóru, stuyðulm sínum kring alt Føroya land og harnæst teimum, sum stuðlaðu Svanna tann hálvan triðja mánaðin, hann var burturi.
Hans Hjalti Skaalum og Andreas Justesen høvdu yrkt ein sang, sum varð sungin sum felagssangur. Sangurin var ein lýsing av ferðini tvørtur um Atlantshavið.
Annar røðarin var Absalon í Buð, sum helt, at Livar var úr góðum bergi brotin. Hann nevndi fleiri av forfedrum hansara í báðar ættir og sum eisini hava gjørt brøgd.
Asbsalon í Buð viðgekk, at hann hevði verið eitt sindur stúrin, áðrenn ferðin hjá Livari og teimum byrjaði, men hann hugsaði, at skuldi nakar klára eina slíka ferð, so var tað Livar.
? Gudssonurin, eg eri errin av tær, segði Absalon í Buð, sum ikki var sørt rørdur.
? Meira tónleikur, og so varð fjøldin boðin inn í eitt tjald, sum varð sett upp til móttøkuna. Har var borðreitt við kaffi, smákøkum og stórum køkum við bátinum Artemis á.
?