Livandi tónleikur í Stóra Pakkhúsi

Leygarkvøldið bjóðar Stóra Pakkhús í Vági til livandi tónleik við vælumtóktu trubadurunum Hans Marius Ziska og Sveinur Gaard Olsen. Teir báðir hava í mong ár verið kend andlit í føroyska tónleikaheiminum, og millum annað eru teir kendir frá bólkinum Marius, sum fyri nøkrum árum síðani vann Gbob kappingina.

Eisini hevur Sveinur spælt við bólkinum Flux.

 

Seinastu mánaðirnir hava teir báðir ferðast runt landið, har teir hava spælt millum annað í Runavík, Klaksvík og fleiri støð í Havnini, og nú fara teir til Vágs.

 

Tónleikurin, ið hesir báðir spæla, er fyri tað mesta kendur popptónleikur, men eisini eru føroyskir og útlendskir slagarar ímillum, sum tey flestu mugu kenna.

 

Stóra Pakkhús letur upp kl. 23.00 leygarkvøldið og letur aftur 03.30.