Aftur í kvøld verður Hanky Panky the Show á skránni í Café Natúr.
Og livandi tónleikur verður alt vikuskiftið við Hans Marius og Sveini.
Johan í Kollafirði og Eyðfinn Drewsen undirhalda í kvøld við sendingini Hanky Panky the Show í Cafe Natúr
Tá so náttin er um at vinna á kvøldinum, seta Hans Marius og Sveinur stikkið í og so gongur leiðin inn í tónleikaheimin hjá Marius. Tað er fangandi, royndur, sigandi rokkur.
Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið verða teir báðir Hans Marius og Sveinur at hoyra í Cafe Natúr.










