Livandi tónleikur í Byin.fo

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið bjóðar byin.fo til livandi tónleik í Rex, meðan Dj-show verður í Eclipse við einum av Føroya bestu dj?arum, Dj Martin Kjærbo. Byin.fo spennir seg veruliga út hetta vikuskiftið, tá ið bjóðað verður til livandi tónleik í Rex bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

Fríggjakvøldið eiga Malan Eyðunsdóttir og Torkil Olsen, tá ið tey trína á pall í Rex um midnáttarleitið.

Leygarkvøldið verður Faktor 3, við Jens Marna, Paula og Henning í Rex.

 

Vikuskiftið í Eclipse verður eisini á høgum støðið, tá ið Dj Martin Kjærbo stendur fyri tónleikinum bæði kvøldini.