- Søga er rotin, tí har hendir ongantíð nakað nýtt, hava fleiri sagt millum ár og dag, men í Vestmanna er øðrvísi, tí har er søgan sanniliga livandi og í einum nýggjum hami.
Tú leitar tær inn í myrku rúmini uppi á loftinum í Vestmanna Tourist Centre. Tú hevur fingið ein oyrasnigil og verður boðin vælkomin á málinum, tú ynskir. So hvørt tú sært Trónd í Gøtu, Sigmund Brestirsson og húsfrúnna í Húsavík fært tú at vita, hvørji tey vóru, og hvat tey gjørdu. Tú luktar enntá torvið í eldstaðnum, so tað er ein sansauppliving.
Eitt nýtt tilboð
Gunnar Skúvadal, stigtakari, er sera fegin um hetta nýggja tilboðið, tí hetta kann geva teimum eitt tilboð afturat matstovuni, sølubúðini og bátatúrunum, ið hava verið gjørdir í nógv ár.
- Eg fekk hugskotið í Íslandi, har vit vóru á einum savni, sum líkist hesum. Og tað eru eini fýra ár síðan, at vit byrjaðu at hugsa um at gera hetta savnið. Seinasta árið hava vit arbeitt meiri intenst við savninum, eftir at vit høvdu fingið fígging og so framvegis. Vit eru eisini greið yvir, at ferðavinna ikki er nakað at flenna at, og vit fara heilt víst at síggja, at ferðavinnan fær meiri at siga, greiðir Gunnar Skúvadal frá.
Lótu upp dýra biðidag
Dýra biðidag lat søgusavnið upp, og samkoma var í samband við hetta. Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, lat savnið upp, og hon fegnaðist, at tað nú er møguleiki at uppliva Føroya søgu á ein øðrvísi hátt.
- Eg fari at takka fyri innbjóðingina at lata hetta áhugaverda søgusavnið upp. Søgusavnið er eitt spennandi íkast, ið kann miðla og siga Føroya søgu á ein øðrvísi og livandi hátt. So at uppaftur fleiri lurta, fáa áhuga og skilja torførar samanhangir, greiddi hon frá.
Hon segði somuleiðis, at søgusavnið lýsir brot úr Føroya søga úr hesum drúgva tíðarskeiði, soleiðis at vit her - lið um lið - hitta Trónd í Gøtu og Sigmund Brestisson, Anniku í Dímun og húsfrúnna í Húsavík, sjórænaran, seyðatjóvin og onnur við. Hetta eru søguligir persónar, ið vit øll hava hoyrt og lisið um. Vit síggja og hoyra brot úr dramatiskum frásagnum um vald, harðskap og deyða, og pallmyndirnar gera, at vit kunnu ímynda okkum, hvussu livikorini hava verið í Føroyum upp gjøgnum tíðina. Savnið ger Føroya søgu livandi fyri eitt nú skúlabørnum, ferðafólki og er eitt aktiv fyri bygdina.
Hon siteraði somuleiðis Jóannes Patursson, fyri at hava sagt, at óvitskapur føroyinga kann hava við sær, at vit verða skolaði út av látri, áðrenn søgan verður kunnug føroyingum, men hon staðfesti at enda, at hetta ikki verður veruleiki.
- Vit verða ikki skolað út av látri, men hava úr Føroya søgu aftur fingið miðlað fólks okkara søgu, staðfesti hon.
Hampiligt við fólki
Síðan savnið lat upp, hevur verið heilt hampiligt við fólki, sambært Gunnari Skúvadal.
- Enn hava tað mest verið føroyingar, men enn eru so fáir útlendingar komnir til landið, so tað verður helst fleiri av teimum, sum summarið líður, sigur hann.
Menn hann metir, at savnið er vert at uppliva hjá øllum.
- Vit hava frágreiðingar á trimum málum, umframt Føroyskum, so øll skuldu havt møguleika at fylgja við. Tú fært ein mp3-spælara, har alt verður greitt frá, og verður okkurt brot ov drúgt, so ber til at fara víðari, staðfestir Gunnar Skúvadal.
150 krónur
Prísurin, um ein einsamallur vaksin fer inn á Søgusavnið, so kostar tað 150 krónur, men tað eru eisini øðrvísi tilboð, sum kunnu minka eitt sindur um prísin.
- Sjálvandi kann prísurin sýnast rættiliga høgur, men tað eru heilt nógv, sum eru farin inn allíkavæl, og tá tey koma útaftur, so siga tey, at tað er pengarnar vert. Og sjálvandi klárar eitt privat savn ikki at kappast í prísi við tey almennu, har prísurin er einar 20 krónur fyri hvønn, greiðir Gunnar Skúvadal frá.
Tað kostar ikki onki at seta eitt savn á stovn, og søgusavnið í Vestmanna hevur kostað einar tríggjar milliónir krónur. Av fíggingini er ein triðingur eginfígging, ein triðingur er komin í Framtaksgrunninum og ein triðingur er lán.
Frá munkum til spískastein
Partarnir, ið eru umboðaðir á søgusavninum, eru líka frá munkunum, ið sigast vera teir fyrstu í Føroyum, og fram til ein mann, sum situr á spískasteini, og tað er ikki so øgiliga langt síðani. Men tað er greitt, at nógvir partar av søguni ikki eru við á savninum.
- Vit kundu sjálvandi havt nógv annað við eisini. Vit kundu til dømis havt bæði brillumannin og floksmenninar, so um onkur kemur við krititikki av tí, so kann eg væl taka undir við tí, men tað verður altíð avmarkað av fígging og plássi, og tí er hetta komið við, greiðir Gunnar Skúvadal frá, sum er sera fegin um hjálpina, tey hava fingið frá Herleifi Hammer, søgufrøðingi og pallsmiði.
Fingið góða hjálp
Hóast Gunnar Skúvadal er stigtakari av tiltakinum, so er hann sannførdur um, at hevði tað ikki verið fyri nógv góða hjálp, so hevði savnið ikki verið veruleiki.
- Serliga Herleif Hammer, Edward Fuglø og Pól Skarðenni, hava havt sera nógv at siga, fyri at savnið nakrantíð skuldi blíva til veruleika, sigur Gunnar Skúvadal, sum hevur góðar vónir fyri savninum.










