Livandi legenda á Reinsarínum

- Hetta verður eitt gandakent kvøld á Reinsarínum, sum verður fult av sjarmu og nostalgi.

So skjótt tú sigur Annika Hoydal, so fara minnini á rull, og her tosa vit um góð minnir.

 

- Og nú kanst tú uppliva livandi legenduna afturvið gleði og nostalgi á Reinsarínum.

 

Á Reinsarínum vísa tey á, at Annika hevur ferðast kring sólina 77 ferðir, og á ferðini hevur hon vunnið hjørtuni hjá føroyingum. 

 

Við síni guddómligu rødd leggur hon lív og sál í hvønn tóna. Nakað, sum ger hennara sangir tíðarleysar og autentiskar.

 

- Annika Hoydal er longu ein varði í føroyskum tónleikahøpi, og um nakar megnar at fanga áskoðarafjøldina, so er tað just hon.

 

Tað verður hugnin og góða ljóðið á Reinsarínum, sum verður karmur um konsertina. 

 

- Tú fært bæði gamlar klassikarar og løg av nýggju útgávuni “Leysir Endar”, tá Annika traðkar á pallin.

 

Á Reinsarínum lova tey, at hetta verður eitt gandakent kvøld, sum verður fult av sjarmu og nostalgi.

 

- Ja, eitt ógloymandi kvøld, sum bara Annika Hoydal kann geva tær, verður lagt aftrat.

 

Konsertin á Reinsarínum við Anniku Hoydal verður leygarkvøldið hin 18. november.