Út við 50 fólk vóru á landsfundi hjá Føroya Fiskimannafelag, sum varð hildin í hølum Føroya Arbeiðarafelags í dag. Hetta er eitt heldur minni tal enn í fjør, og bert umleið ein triðingur av tí tali, sum vanliga møtti til landsfund nøkur ár afturi í tíðini.
Í síni formansfrágreiðing greiddi Jan Højgaard, felagsformaður, stutt frá gongdini hjá ymisku skipabólkunum í ár.
- Nótaskipini hava enn góðan byr. Tað sama kann sigast um flakatrolararnar, men tó hevur verið nakað lakari hjá teimum seinasta ársfjórðingin. Hjá trolararum á botnfiskaveiði hevur árið ikki roynst nakað serligt, men hjá onkrum hevur tað hjálpt væl, at teir hava fingið makrel.
Felagsformaðurin helt líkt vera til, at línuskipini eru um at koma fyri seg aftur.
- Tey hava nú betri inntøku, enn tey hava havt í longri tíð. Enn vantar nógv í til, at manningin fær eina nøktandi hýru. Men, um gongdin verður sum nú, eigur tað at fara at síggjast betri hjá manningini sum frá líður, segði Jan Højgaard.
Heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag veit at siga, at tað, sum fylti mest í kjakinum á landsfundinum í dag, var tilfeingisgjaldið og uppboðssølugjaldið.
- Gerðarrætturin hevur gjørt av, at tilfeingisgjald skal fara av óbýttum. Felagsnevndin og limirnir vóru á einum máli um, at felagið framhaldandi skal berjast fyri at sleppa av aftur við tilfeingisgjaldið - í øllum førum tí partinum, sum nú verður lagdur á manningarnar, skrivar heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum í dag.
Myndina, sum fylgir hesum greinastubba, hava vit av heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag.










