Lítil fyritøka við góðari sølu

? Enn hevur sølan ikki verið tann stóra í Føroyum, men vit vóna, at sølustevnan kann broyta hetta, siga hjúnini Sigrún Ó. Ingadóttir og Gudmundur Sigurðsson

Frants Jensen


Millum fyritøkurnar, sum bjóðaðu sínar vørur fram á sølustevnuni var familjufyritøkan Vognbær. Hóast fyritøkan bara hevur 9 fólk í starvi, so er hon kortini størst av sínum slag í Íslandi. Fyritøkan hevur lagt seg eftir at framleiða ymisk sløg av dressing, sum bæði kunnu nýtast aftur við fiski, høsnarungum, grønsakum og nógvum øðrum.


Gongur væl við søluni

- Vit framleiða eini 300 tons um árið, og sølan gongur eisini væl, siga hjúnini Sigrún Ó. Ingadóttir og Gudmundur Sigurðsson, ið sjálv standa á básinum hjá fyritøkuni og bjóða fram smakkiroyndir av teirra vørum.

? Í 1994 byrjaði útflutningurin til Føroya um Meginfelag Búnaðarmanna. Enn hevur tað ikki verið tann nógva sølan í Føroyum, men vit vóna, at henda sølustevnan kann gera eitt útslag.

Vogabær hevur eisini roynt seg við útflutningi til Svøríki, men tað eydnaðist ikki við tí marknaðinum. Alt sum Vogabær hevur at bjóða fram hava tey sjálvi framleitt. Onkur evni, sum verða brúkt í dressinginum, verður tó innflutt aðrastaðni frá.