Álitið á strikuni

Seinastu tvey árini hevur Gunnleyg Berg leikt hondbólt í Danmark, og einki er at ivast í, at hon verður roknað sum ein á grundstuðlunum á liðnum, sum hesa vikuna tekur lut í Challenge-Cup kappingini

Mezzocorona, Italia: Ein av leikarunum, sum tað uttan iva verður roknað nógv av á italiuferðini, er Gunnleyg Berg.
Seinastu tvey árini hevur hon talst millum útisetarnar í føroyskum hondbólti, har hon eitt skifti royndi seg hjá samansetta Skovbakken/ Brabrandt, sum tó nú er farið í tvíningar aftur, og sostatt bara eitur Brabrandt.
Gularótin hevur manglað
Hóast hetta í sjálvum sær hevur verið ein mennandi avbjóðing hjá henni, so dylir Gunnleyg ikki fyri, at tað er ein spennandi avbjóðing, sum leikararnir hava fingið, nú landsliðshondbóltur aftur er á skránni.
- Tað er heilt víst, at tað er nakað, sum hevur manglað. Bæði tí, at tað er nakað serligt at spæla á landsliðnum, men eg rokni so sanniliga eisini við, at støðið hevði verið hægri, um talan alla tíðina hevði verið um eitt aktivt kvinnulandslið. Til dømis eru jú nógvir leikarar, sum fara uttanlands í lestrarørindum, og eg ivist ikki í, at fleiri teirra høvdu gjørt meira við hondbóltin, um tær eisini høvdu havt landsliðið sum eina gularót, sigur hon.
Á danskari talentfabrikk
Og tá tosið fellur inn á umstøðurnar at venja og leika í Danmark, so dylir Gunnleyg ikk fyri, at hesar eru munandi betri, enn tær eru í Føroyum.
Tá hon var við í samansetta liðnum, tók felagið lut í bestu donsku deildini, men nú hon er í Brabrandt, er talan blivin um 1. deildarhondbólt. Ein støða, sum tó er broytt, tí umskipanir av donskum elituhondbólti førdu við sær, at ikki færri enn seks lið fluttu niður í triðbestu deildina, og var Brabrandt millum hesi.
- Talan er tó framvegis um rímuliga høgt støði, og málið hjá okkum er so eisini, at vit innan tvey ár skulu vera í næstbestu deildini. Og hóast talan var um at fara eitt trin niður, so ivaðist eg onga løtu, tá eg skuldi velja millum Skovbakken og Brabrandt. Brabrandt hevur altíð havt eina støðu sum felag, ið alir nógvar góðar leikarar, og venjarin, sum vit her hava, er uttan iva besti venjarin, sum eg havi havt. So sjálv haldi eg í øllum førum, at eg framvegis fái nógv burtur úr her í felagnum, sigur hon.
Mugu halda avtalurnar
Sum nevnt aðrastaðni her á síðuni, so verður fyrsti dysturin hjá føroyska landsliðnum móti Belgia, og tað líkist í øllum førum eini stórari uppgávu.
Í seinastu Challenge Trophy kappingini gjørdist Belgia nummar tvey, so talan verður í øllum førum um eina veruliga styrkisroynd hjá okkara, nú tær fyri fyrstu ferð taka lut í hesi kapping.
Og fyri at meta um støðið í kappingini, so er helst eisini neyðugt við slíkari styrkisroynd.
Kunnleikin til mótstøðuliðini er í øllum førum minimalur, men hóast hetta, so tykist tað ikki vera nakað, sum nervar Gunnleyg tað heilt stóra.
- Vit mugu so bara fáa okkara spæl at koyra. Vit skulu fyrst og fremst hava verjuna í gongd, og í aðrar mátar mugu vit halda okkum til tær avtalur, sum vit hava gjørt. Megna vit tað, so ivist eg ikki í, at úrslitið fer at verða á eini leið, sigur altso Gunnley Berg at enda.