Klædnahandlarnir í Havnini eru litríkari enn vanligt. Nógv av klæðunum sum eru innkomin eru í pastellitum sum ljósagult, mintgrønt, turkis og ljósareytt.
Jørðlitirnir, sum hava verið frammi leingi eru enn aktuellir, og nógv brúnt og grønt er eisini at finna á hyllunum.
Siðbundnu litirnir svart og hvítt eru at finna her og har. Tað eru litir, sum ber til at hava til alt og sum ongantíð blíva ómodernaðir.
Nógv keypa hvítt og svart og peppa tað upp við einum litríkum plaggi í grønum ella gulum, sigur Guðrið Olsen í Klivanum.
Tættsitandi buksur
Sniðini sum buksir og kjólar skulu hava er heldur tættsitandi. Buksurnar skulu hava miðju og ikki hanga á lendunum sum leingi hevur verið móti.
Martin Andersen sum arbeiður í Deres í SMS vísir okkum einar ljósareyðar cowboybuksur, sum eru ógvuliga tættsitandi. Hann sigur eisini, at nógv verður selt av stuttum cowboybuksum eller 3/4 buksur, sum tað eisini verður kallað.
Nógv koyra tær buksurnar niður í styvlarnar. Cowboybuksur, nevna allir handlar, eru sera »in« í løtuni.
Nógv tilhoyr
Eitt annað rák eru tey nógvu tilhoyrini. Belti, hálsbond, oyraringar, hárbond tess meira »dingl« tú hevur uppi á tær, tess meira modernaður er tú.
Vit hava ikki eitt einasta belti eftir, sigur Guðrið Olsen í Klivanum.
Í Vero Moda siga tey, at grøn hálsbond eru nógv keypt í seinastuni.
Grátt í París
Á mótasýningunum í París eru sum vanligt nógso ekstrem klæðir víst fram. Men tað sum tey kønu har halda fer at verða »in« í vár eru stuttar buksur og shorts í buksusniði. »Pencishirts« tað vil siga kjólar, sum eru tættsitandi og enda beint oman fyri knøini og liturin grátt. Eisini hava stór mynstur við blómum og øðrum á kjólum og frakkum verið nógv at síggja á tí sokallaða »catwalk«.
Vit spurdu nøkur fólk, hvat tey ætla at keypa sær í vár, og hvar tey hava keypt klæðini tey eru í?
Aleksandra Neshamar:
Eg havi beint nú keypt mær eina grøna blusu, og so leiti eg eftir einum brúnum jakka.
Klæðini eg eri í eru øll keypt hjá Vero Moda
Kristina Joensen:
Eg vil fegin keypa mær einar buksur og eina troyggju. Helst hvítt ella í onkrum jørðliti kanska kremfarvað
Buksurnar eg eri í eru keyptar í Deres og jakkin er úr Handilskjarnanum
Kristina Johannesen
Eg prøvi beint nú eina hettitroyggju, so eina sovorðna hevði eg havt hug at keypt mær
Buksurnar eg eri í eru frá Deres, og skógvarnir eru frá Sportmaster
Vagna Sørensen
Eg vil fegin keypa mær ein lekran klædningsjakka og onkran lekran topp. Helst skal tað verða svart ella hvítt, eg eri ikki so nógv til litir.
Klæðini eg eri í eru frá Klivanum, buksurnar eru so gamlar, so eg minnist ikki, hvar eg keypti teir.
Olga Kristina Hansen
Eg kann hugsa mær at keypa einar svartar stylvar
Jakkin sum eg eri í er keyptur í Skotlandi, buksurnar og skógvarnir eru frá Thomas Dam, og babba eigur hálsturriklæði.