Í 2007 keypti enski vinnulívsmaðurin Pierre Lagrange ein málning eftir Jackson Pollock fyri góðar 90 milliónir krónur á einum gallaríi í New York. Bretin fekk tó illgruna til málningin, tí nakað av gulari máling var á løriftinum. Hann setti sær fyri at kanna málningin, og tað gjørdist byrjanina til eitt tað størsta málið um listasvik í nýggjari tíð.
Tað visti seg nevniliga, at gula málingin á verkinum var av nýggjari uppruna enn 1956, tá ið Jackson Pollock doyði, og tí var talan um falsverk. Lagrange setti seg í samband við gallaríið í New York og kravdi at fáa pengarnar aftur. Gallaríið lat stutt eftir hetta aftur, og so fór kavabólturin á rull.
Amerikanska samveldisløgreglan kom upp í málið, og líkt er til, at eini 60 málningar hjá kendum listafólkum eru falsaðir og seldir fyri stórar upphæddir. Sambært FBI er talan um falsverk hjá eitt nú Jackson Pollock, Willem de Kooning, Mark Rothko og Robert Motherwell, ið eru seld fyri samanlagt 460 milliónir krónur seinastu 17 árini.
Tað er ein kvinna, sum eftir øllum at døma hevur skipað listasvikið. Glafira Rosales, sum nú er 57 ára gomul, hevur listaumhvørvi ført seg fram um umboð fyri ein sveisiskan mann, ið hevur arvað eitt stórt listasavn frá pápa sínum. Og tað eru hesir málningar, sum hon so hevur selt til listasavnarar, ið hava hildið, at talan hevur verið um verk hjá kendum listarfólki, ið eru komin undan kavi í Sveis.
Í veruleikanum var tað ein eldri kinverskur innflytari í New York, ið hevði gjørt eftirlíkningarnar av kendu listarfólkunum fyri Rosales. Hann hevði fingið nakrar túsund krónur fyri hvørt falsverk, sum síðani vóru seld fyri stórar upphæddir til listasavnarar og gallarí, sum ikki kannaðu verkini nóg væl.
Kinverjin er farin úr USA og er ikki partur av málinum, sum almenni ákærin í New York nú skal føra í rættinum. Glafira Rosales kann fáa fongsulsrevsing upp í 99 ár, verður hon funnin sek í umfatandi svikinum. Dómur fellir 18. mars.