KANTATURØÐA
Fyri 75 árum síðani skrivaði Edward Mitens ólavsøkukantatuna. Waagstein, komponeraði tónleikin, og burturúr kom eitt heilskapað listarverk, ið hevur talað til tjóðina ólavsøku eftir ólavsøku líka síðani. Kantatuna gjørdu listamenninir til Ólavs kongs minni, til heiðurs fyri Føroya Løgting og til tess at menna føroyskan kórsang. Trý týdningarmikil endamál.
Hesar tríggjar grundsúlur: kristindómur, politiskur sjálvsavgerðarrættur og listin vóru tá sum nú stavnhald, ryggur og íblástur hjá tjóðini.
Hetta eru hátíðarlig og stór orð, vil onkur siga, og rætt er tað - Tað forloysandi við ólavsøkuni er, at tá koma hugtøkini ofta í bland.
Tá hátalararnir hjá samkomum í havnargøtum kappast um at doyva ljóðini frá rockkonsertum í Kommunuskúlanum, ella tá onkur hevur trinið dansin so ramliga, at Tinghúsvøllurin umskapaðist til eina fjálga dreymasong, tímarnar beint áðrenn løgtingið skuldi setast, ella tá ið ballónir, fløgg, cowboyhattar, fólkafundir, listaframsýningar og kenningin skiftast um at seta sín dám á býarmyndina, tá gloppast dyrnar fyri nýggum tonkum.
Men kjarnin og sálin í ólavsøkuni er, at listafólk, tónleikarar, ítróttafólk, prestar og onnur stremba eftir at útinna sína serligu listargrein, so væl sum til ber.
Og list verður til, list verður skapað, allastaðni har sum fólk menna síni evni og sínar gávur við ágrýtni og við eldhuga. At vit hava altjóða kappingarførleika bæði innan ítrótt, tónleik og list ivast eingin í longur. Tað fingu vit prógv um, so seint sum í gjár á Tórsvølli. Nú ræður um, at eisini okkara vinnulív finnur hesa somu vinnarabreyt.
Í dag 975 ár eftir deyða Ólavs kongs halda vit framvegis ólavsøku - tað gjørdu føroyingar eisini fyri 100 árum síðani, og tá var ólavsøkan minst líka spennandi og avbjóðandi sum í dag, men eingin av okkum vóru har tá. Um 100 ár verður ólavsøkan framhaldandi stevnan, sum kann savna allar føroyingar til gamans og álvara, og tá verður heldur eingin av okkum við.
Vit eru bert her eitt lítið bil, bert eitt andarhald í teirri stóru tíðarrokningini eru vit ein partur av meldrinum. Og kortini er henda løtan so altavgerðandi.
Tí - hóast summir tættir sýnast óbrótiligir, so skifta tíðir, mannakor skifta og mannahugsan skiftir. Og tað ger ikki tað sama, hvønn veg vit velja at fara. Tað er okkara ábyrgd at velja rætt.
Summi listarfólk duga at síggja tað, sum vit onnur ikki leggja til merkis, ella sum vit helst vilja sleppa undan at síggja, og at taka støðu til, og tey duga at lata sínar eygleiðingar í ein listarligan búna. Tí má ein framkomin tjóð ikki leggja band á list og mentan. Listin tolir ikki avmarkingar - listin er markleys avbjóðing. Bæði hjá tí sum skapar list og hjá tí, sum er áskoðari, lurtari ella lesari.
Treytin fyri slíkum frælsi er, at tað ikki verður brúk til at tøma mentunararvin fyri innihald.
"Hevur tú einki at flýggja, uttan ta tómu tægu, ert tú ein deyður maður". Sigur Heðin Brú í sínari kantatu til tjóðina.
Tí er júst okkara løta so avgerandi fyri framtíðina
Farmhaldandi góða ólavsøku.