Listastevna
Listastevnan í ár fekk rættiliga nógva umrøðu, bæði áðrenn og aftaná. Arbeiðið við at fyrireika listastevnuna komandi ár er eisini ígongd í løtuni. Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss. Formaðurin í stýrinum fyri listastevnuna, Birgir Kruse, sigur við Sosialin, at arbeiðið gongur sína gongd í løtuni og at okkurt spennandi er at hóma.
Arbeitt verður m.a. við nøkrum stórum nøvnum, men nøvnini á hesum vil formaðurin ikki útvið, tí samráðingarnar eru loyniligar.
Stevnan verður eftir hildin 3. til 18. august komandi. Hetta er nakrar dagar longri enn í ár, og skyldast hetta, at skráin í ár er meira umfatandi.
Millum teir meira forkunnugu bitarnar á stevnuna nevni Birgir Kruse, at fleiri nýggj klassisk tónleikaverk verða framførd. Ætlanin er, at danskir tónleikarar, sum rópa seg fyri athelas, skulu framføra nýggju verkini.
Eisini er ætlanin at heita Enekk um at framføra nýggj verk. Hetta er í sambandi við, at tað eru 25 síðani at Tutl varð stovnað.
Í løtuni verður eisini arbeitt við at søkja um stuðul ymsastaðni frá. Tað eru Norðurlandahúsið, Tórshavnar Kommuna og Mentamálastýrið, sum so at siga standa fyri at fíggja grundupphæddina. Hon liggur um 1,2 míó. kr.
Sjúrðakvæðini
Birgir Kruse veit eisini at siga, at Sjúrðakvæðini eftir ætlan skulu vera reyði tráðurin á stevnuni komandi ár.
Hetta kemur at síggjast aftur ymstaðni á stevnuni. Ì løtuni samráðast teir við ein leikbólk, sum hevur verið í New York nýliga og framført íslendsku eddu kvæðini. Leikbólkurin kallar seg fyri Sequenta, og hevur bólkurin víst stóran áhuga fyri at koma til Føroya. Hetta skyldast serliga, at íslendsku eddukvæðini sigast at vera sprotin úr tí sama sum Sjúrðakvæðini, og bólkurin kundi hugsað sær at kunnað seg meira um føroysk kvæði. Tað er í sambandi við tónleikin, at bólkurin hevur áhuga fyri hesum. Tónleikurin rúmar ein rættiliga stóran part av framførslunum hjá bólkinum.
Sjónleikur
Birgir Kruse sigur, at seinasta ár var tað soleiðis, at tað var tónleikurin, sum átti størsta partin av stevnuni. Men soleiðis verður ikki komandi ár, hóast tað framvegis verður tónleikur á stevnuni. Ætlanin er heldur, at tað skal vera sjónleikur, sum kemur at mynda størsta partin av stevnuni. Munandi fleiri sjónleikir vera á skránni. Ætlanin er, at hetta bæði skal umfata leik á palli og í útvarpi.
Í hesum sambandi verða eisini tvær virðislønir latnar á stevnuni. Onnur er ein norðurlendsk dramatikara virðisløn, sum Nordisk Teaterunion stendur fyri. Henda virðislønin er 50.000 kr, og verður hon latin á hvørjum ári. Ein sjónleikur úr hvørjum Norðanlandi kann vera við í kappingini. Av leikhúsinum Gríma verður upplýst, at Jóanes Nielsen eftir ætlan verður innstillaður til hesa virðislønina fyri leikin ?Eitur nakað land weekend?. Leikurin verður í tí sambandi væntandi latin út í bók saman við hinum innkomnu uppskotunum. Arbeiðið við at umseta leikin skuldi ikki verið nakar trupulleiki, siga tey frá Grímu.
Hin virðislønin verður eisini 50.000 kr. Hetta verður latið fyri útvarpsleikir. Hetta verður skipað sum kapping eftir sama leisti sum stuttsøgukappingin varð í ár.
Fyrireikingarnar halda fram til stevnuna komandi ár. Komandi mánað verður fundin umboðsráðsfundur hildin, har tað verður gjørt upp, hvussu langt arbeiðið er komið higartil.