Listastevnan: Sjónleikur

Tíðindaskriv

Partur av Lisatstevnu Føroya 2002 eru teir Norðurlendsku Sjónleikaradagarnir, Nordiske Teaterdage, sum hildnir verða annað hvørt ár.
Umframt at skipað verður fyri sýningum, fær rithøvundurin Jóanes Nielsen handaða virðislønina Nordisk Dramatikerpris fyri leikin "Eitir nakað land Week-end?". Føroyskt umboð í samstarvinum er Laura Joensen og Jenny Petersen er samskipari av tiltakinum í Føroyum.
Leikirnir, sum framfrødir verða eru:

"There"
Norski "There", er dansileikur eftir víðagitna Jo Strømgren, sum samantvinnar dans og sjónleik í vakrari og stuttligari framsýning um skeivu fatan okkara av Eysturevropa. Fýra leikarar/dansarar greiða okkum frá russum, soleiðis sum vit halda, at teir eru; menn í vakuum, uttan verulig orð, men við fjølbroyttum ljóðkollasjum. Leikarar og dansarar eru: Jan Ivar Lund, Espen Raboli Bjerke, Thorbjørn Harr, Kyrre Tæxnæs

"Elektra"
Svenski "Elektra", sum Uppsala Teater framførir, er klassiskt drama í fløktari nútíð. Henda 2500 ára gamla søgan er latin í fullkomiliga nýggjum 2000-ára ham. Framførslan vísir okkum á, hvussu tað er at liva við fyrndargoml-um mentanarkrøvum mitt í nýmótans, vesturlendskum samfelagi. Ein leikur um heiður, hatur og hevnd, morð og moral. Ein leikur um eina familju.
Birgitta Englin er leikstjóri.

"Hóvliga, Elektra"
Íslendski leikurin, sum í heitinum eisini sipar til klassisku søguna "Elektra", er sermerktur og óvanligur leikur hjá íslendska Tjóðleikhúsinum, í skapi eftir Hrafnhildur H. Guðmundsdóttir. Leikstjóri er Viðar Eggertsson, sum er kendur í Føroyum fyri uppsetingar í Klaksvík og í Havn. Evnið í hesum leikinum eru viðrskifti millum kvinnuligar sjónleikarar, móðir og dóttir.
Vit fylgja teimum á palli og á stórskíggja, har tær so við og við missa tamarhaldið á støðuni teirra millum.

"Gunnlaug Ormstunga"
Svenska leikhúsið Teater Pero framførir "Gunnlaug Ormstungu". Kærleikssøgan millum skaldið Gunnlaug Ormstungu og Helgu Føgru er evnið í hesum dramatiska leiki, sum byggir á íslendsku 1000-ára ættartalvu víkinganna. Spenningurin millum tað uppspunað og veruleikan, tá og nú, og samspælið við áskoðararnar ger framsýningina áhugaverda og øðrvísi. Leikstjóri er Peter Engkvist.

"Macbeth"
Norðurlendska verkætlanin, sum byggir á klassiska Shakespeare leikin verður aftur at síggja á føroyskum palli. Leikurin "Macbeth" í uppsetingini hjá Cezaris er sum ein marra; líka ójavnur og leysliga samansettur, ólogiskur og irrationellur sum ein marra. Myndirnar flóta. Menniskjuni ganga aftur og fram og sleppa ikki úr stað. Marran endurtekur seg sjálva endaleyst.
"Macbeth" er bert ein lítil partur í tí stóru mekanismuni - tá ið maktmekanisman er farin í gongd, er eingin vegur aftur.

"Eitir nakað land Week-end?"
Føroyski "Eitur nakað land Week-end?" er fyrsti sjónleikurin hjá Jóanesi Nielsen. Fyri handritið fekk Jóanes fyrstu virðisløn í føroysku leikritakappingini, og uppaftur verður hann í ár heiðarður við ikki minni enn Nordisk Dramatikerpris 2002. Virðislønin verður handað týsdagin hin 7. august á setanini fyri Nordiske Teaterdage. Leikurin flytur okkum fram til okkara tíð og heim til egna oyggjasamfelag okkara. Evnið er avbyrgd menniskju, sum ikki megna føroyska gerandisdagin og tí eru á afturlatnari deild á sálarsjúkrahúsi. Leikhúsið Grima framførir og leikstjóri er Eyðun Johannesen.


Tveir barnaleikir verða eisni framførdir á norðurlendsku sjónleikarastevnuni, sum er partur av Listastevnu Føroya 2002. Teir eru:

"Vinden viskar"
Tað er svenska leikhúsið Masthuggsteatern sýnir barnaleikin "Vinden viskar".
Í hesum leiki vil leikstjorin Rolf Sossna lýsa ævintýrkendu søgur Aisopos´ á ein livandi hátt. Framførslan, sum er fyri 4-9 ára gomlum børnum, viðgerð spurningin um, hvat ið styrki er. Hetta verður lýst við orðum, rútmu, myndaspæli og gandakynstri. Framførslan verður í Atlantis í Klaksvík.

"Kópakonan"
21 føroysk børn framføra søgnina um Kópakonuna í leiki og dansi. Tey er í aldrinum 11-13 ár og eru knýtt at Dramaverkstaðnum hjá Hjørdis Johansen. Tey framføra eina dramatiseraða útgávu av kendu søgnini um Kópakonuna. Í juni mánað vitjaðu børnini World Festival of Children's Theatre í Týsklandi, har tey framførdu "Kópakonuna". Framførslan verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.