Listasavn Føroya letur aftur í mánaðir

Vegna umvæling letur savnið aftur inntil 1. februar komandi ár

Listasavn Føroya søkti fyrr í ár um stuðul til at skifta tróðurpláturnar í føstu framsýningini.

 

Mentamálaráðið hevur játtað at stuðla umvælingini, sum fer í gongd í næstum.

 

Arbeiðið er mett at taka umleið tríggjar mánaðir.

 

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, sigur soleiðis um umvælingina:

 

– Vit eru sera takksom fyri, at Mentamálaráðið hevur játtað stuðul til at fremja neyðugu umvælingina í føstu framsýningini.

 

– Vit mugu tíverri lata savnið aftur í tríggjar mánaðir, meðan arbeiðið fer fram, men vit gleða okkum at bjóða gestum aftur á gátt í februar, sigur hon í tíðindaskrivi.

 

Ætlanin er at lata savnið upp aftur 1. februar næsta ár við nýggjum serframsýningum.