Listarnir skulu vera inni 15.

Innlendismálaráðið minnir í lýsing frá, at valevnislistarnir skulu vera formanninum í valnevndini í hendi í seinasta lagi 15. Oktober 2011 klokkan 18.

Valevnislistin skal verða latin inn av einum umboði fyri flokkin ella stillara.

Gjøllari reglur um valevnislistar eru ásettar í §§ 17-18 í løgtingsvallógini

Í løgtingsvallógini er m.a. ásett:

• at ein valevnislisti ikki má hava fleiri enn 43 valevni

• at valevnini skulu vera lýst við navni, p-tali, starvi og bústaði

• at nøvnini á valevnunum verða sett í bókstavarøð

• at valevnislistin skal vera undirskrivaður av valevnunum, góðkendur av einum flokki, sum hevur rætt at luttaka í valinum ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum sum stillarum

• at hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift

• at ongin má stilla upp á meira enn einum valevnislista

• at ongin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista