Listarligt tilfeingið

Onki land í heiminum er so ríkt við listarliga gávuríkum talentum sum Føroyar í mun til fólkatalið! Ikki minst innan tónleikin!

Føroyingar hava gjørt seg galdandi so at siga innan allar ’sjangrir’ einsamallir ella í bólkum bæði her heima, men so sanniliga eisini uttanlands. Fleiri hava dystast í finalum – og vunnið! Onnur hava verið í klassiskum kappingum, har fleiri hava fingið ’útmerkilsi’ heim við. Hetta vísir okkum, at vit hava eitt sera stórt potentiali innan okkara mentan, sum vit eiga at geva gætur.

Í Tórshavnar Kommunu eru umstøðurnar hjá musikkskúlanum so ringar, at vit skammast!

Í Býráðnum má prioriterast við pengunum, sjálvandi, men vit hava sæð, hvar sitandi býráð prioriterar, tó øll skulu hava sítt, men – vit kunnu ikki lata sita á okkum, at okkara uppvaksandi ættarlið verður forðað í at menna sínar listarligu talentir, tí sitandi býráð ikki vil prioritera tað!

Nei, vit mugu taka annað skinn um bak og síggja virði í hesum tilfeingi!

Eg vil arbeiða við hond og fót fyri at fáa ein dagførdan musikkskúla á breddan skjótast møguligt!