Á Sandoyar Kunningarstovu er forvitnislig listaframsýning í summar. Framsýningin lat upp í maimánaði og verður opin alt summarið. Listafólkið, ið sýnir fram, er Súsan í Jákupsstovu, tóvirkislistakona á Sandi. Súsan í Jákupsstovu er serliga kend fyri tóvirkislist, men á Kunningarstovuni er høvi at síggja vatnlitsmyndir,tekstilcollagur og stoffmálningar.
Framsýningin er opin frá mánadegi til fríggjadag kl. 9-11 fyrrapart og 14-16 seinnapart.










