Endamálið er at vita um tørvurin og áhugin eru at fáa Kommunuskúlan í miðbýnum til alternativt mentanarhús. Tað sigur Sóley Danielsen, sum lesur leiklist í London. Hon hevur nú tikið stig til at savna undirskrifftir frá listafólki um at heita á kommunununa um at lata listafólk sleppa at brúka Kommunuskúlan, nú hann stendur tómur kortini.
Hon sigur, at soleiðis kunnu listafólk fáa tak yvir høvdið í miðbýnum, uttan at landið ella kommunnan skulu gera nakra íløgu, tí ætlanin er at sleppa inn í skúlan sum hann stendur.
Les eisini: Kommunuskúlin skal vera mentanarhús
Hon sigur, at tað eru nógv listafólk av ymsum slagi, sum hava tørv á at fáa tak yvir høvdið og nú kommunuskúlin stendur tómur kortini, hevði tað verið eitt høvið at latið hann upp, so at listafólk sleppa inn at leiga sær eitt rúm fyri ein bíligan penga at arbeiða í, vejna í, ella at sýna fram í. Hon sigur, at hetta kann geva eina ábending um, hvussu tað hevði riggað við einum slíkum mentanarhúsi mitt í býnum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Sóley Danielsen greiða frá á Rás2.
|










