Listafólk mótmæla uppskotinum um skerjing

Listafólkasamband Føroya, LISA, mótmælir harðliga uppskotinum frá landsstýrismanninum í mentamálum um at skerja mentanargrunnin við 20% í 2013. Hetta vísa tey á í skrivi, sum er sent fjølmiðlunum.

- Við hesari skerjing hevur mentamálaráðharrin ikki bert skorið í einari játtan, ið er alt ov lítil frammanundan, men hevur samstundis givið eitt ófrættakent politiskt signal. Hetta kemur ikki undir sparing, men er ein beinleiðis politiskt útmelding um, at landsstýrismaðurin sjálvur vil fara niður í smálutir um hvørjar verkætlanir skulu fremjast, stendur eitt nú í skrivinum hjá Ólavi Jakobsen, formanni.

- Listafólkasamband Føroya er púra greitt yvir, at til tíðir skal sparast. Men hetta átakið er ikki sparing, men skerjing, har ið ein sera vælvirkandi, óheftur stovnur sum Mentanargrunnurin og starvsøkið hjá hesum, verður lagdur undir landstýrismannin í mentamálum, stendur víðari.

- Hetta er beinleiðis stýring av mentan og list, og tað hoyrir ikki heima í einum demokratiskum samfelag, verður at enda sagt í skrivinum.