List og kvirra í Glyvra kirkju

Glyvra kirkja er karmur um ymisk tiltøk á mentanarvikuni í Runavík.

Í samband við mentanarvikuna í Runavík verður tiltakið List og Kvirra í Glyvra kirkju í annaðkvøld, mikukvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið frá klokkan 20 til 22.

 

Mánakvøldið, mikukvøldið og fríggjakvøldið verður eisini aftanbøn klokkan 21.45.

 

Llistamaðurin, Edward Fuglø, hevur eisini listaframsýning í forkirkjuni í Glyvra kirkju á mentanarvikuni.

 

- Høvi er soleiðis at njóta bæði list og kvirru í skýmliga kirkjurúminum og at kveikja ljós í ljósglobuni, siga tey, sum standa aftan fyri hetta tiltak í Glyvra kirkju.