Eina ódnarnátt í november verður kendasta listaverkið hjá Mikines stolið av Listasavninum.
Stjórin, Sára Emmudóttir, má stríðast fyri savninum og starvinum í óhugsandi kreppustøðu. Føroyska samfelagið er skakað, og løgreglan stendur á berum. Turrlagdi arbeiðsmaðurin, Jón Amos, fer at kanna málið, og hann kemur á slóðina eftir eina vandamikla samansvørjing, og hann fær eisini hjálp frá Sáru Emmudóttir til at uppklára stuldurin.
Hetta er grundarlagið undir nýggju krimisøgunu List, sum Eyðun Klakstein hevur skrivað. Bókin gongur fyri seg á kendum støðum í Føroyum, og fólk kenna ymisk umhvørvi og ymiskar persónstýpur aftur. List er millum best seljandi bøkurnar nú upp undir jól, og áhugin fyri bókini hevur sum heild verður stórur.
- Tá tú tekur stigið og skrivar tína fyrstu skaldsøgu, ert tú spentur og stúrin um tað mesta. Hvat fara fólk at siga? Fer nakar at lesa bókina? Tí eri eg sera fegin um, at bókin er so væl móttikin.
Tað sigur høvundurin, Eyðun Klakstein, ið eisini er kendur sum journalistur og fótbóltsvenjari.
Eyðun Klakstein hevur skrivað nógv, men hetta hevur í fyrsta lagi verið miðlatilfar av ymiskum slagi. Hann hevur hugsað tankan um at skriva ein krimisøgu, og onkur hugskot hava ligið og bíðað í fleiri ár.
##med2##
- Nú lukkaðist mær at fáa tíð og umstøður at seta meg at skriva, og hetta bleiv til krimisøguna, List, sigur Eyðun Klakstein, sum hevur lagt seg eftir at skriva eina lættlisnað og fangandi krimisøgu.
- Eg haldi, at ein góð krimisøga skal fanga lesaran beinanvegin, og hon skal hava ferð og spenning. Eg havi arbeitt nógv við at fáa tekstin at sita væl, so hann er góður og lættur at lesa, men samstundis kennist frískur og sprelskur, sigur Eyðun Klakstein.
Bókin hjá honum, sum telur 200 síður, er avgjørt eitt gott val til jólagávuna, og List fæst í bókabúðum kring landið. Um bókina siga tveir ummælarar soleiðis: Arnbjørn Ó. Dalsgarð: "Ein spennandi krimi av tí góða, gamla slagnum..." og Niels Uni Dam: "Fangandi, vælskrivað og lættlisin..."