Liss Rasmussen 80 ár

Í dag, mikudagin 1. september, eru tað 80 ár síðani, at Liss Rasmussen í Runavík var borin í heim.

Tey eru mong, sum komast við Liss, og tað er ikki so undarligt, tí hon hevur altíð dugað væl at hava við fólk at gera, og hon hevur altíð í serligan mun sett dám á, har hon hevur verið.

Liss er ættað av Toftum. Hon var yngst av teimum átta børnunum hjá Sannu og Andreasi Hansen í Túni, og nú er hon einsamøll eftir á lívi. Hini eru øll flutt foldum frá: Tinna, Betty, Júst, Karolina, Símun, Karolina og Alma.

At hava kent Liss, at hava upplivað hennara nærveru, gestablídni og umhugsni og at hava hoyrt hana at siga frá hevur verið áhugavert, læruríkt og undirhaldandi. Tað hevur tað verið, tá ið hon hevur tosað um familjuna, bygdalívið á Toftum og samkomulívið, og tá ið hon hevur greitt frá hendingum og upplivingum, sum hon hevur verið úti fyri, tá ið hon og maðurin hava ferðast heima og burturi.

Í barnaheiminum vóru tey nógv fólk í húsi, og Liss var bundin av uppgávum heima, inntil hon blaðung giftist. Hon plagar at siga, at tá ið hon var trúlovað, so noyddist hon tíðliga til hús um kvøldarnar, tí hon skuldi mjólka kúnni, sum stóð í kjallaranum.

Svágurin, Piddi Skaale, hevði postin, og eitt skifti gekk Liss við posti úr Saltnesi og umvegis Toftir og Nes og yvir til Æðuvíkar. Hon dugir so væl at greiða frá og lýsa søgur og hendingar, at tað er sum um, at tú kennir teg at hava verið við í tí, sum hon hevur upplivað - eisini í postørindum.

Í 1951 giftist Liss Rósingi Rasmussen úr Søldarfirði. Tey búsettust í Runavík, og har búnaðist eitt lívligt og fyrimyndarligt heim. Tey fingu sjey børn. Elsti drongurin, sum var føddur í 1952, livdi bara í nakrar fáar dagar. Hini børnini eru Anna (1953), Bogi (1958), Beinta (1960), Ingun (1962), Rógvi (1963) og Gudny (1967). Beinta býr í Havn. Anna býr á Nesi, og Bogi, Ingun, Rógvi og Gudny búgva í Runavík. Liss eigur 20 ommubørn og langommubørnini eru ellivu.

Rósing hevði í nógv ár stóra fyritøku, sum seldi bilar og hevði bilverkstað. Heimið var har áskoðaraplássini við fótbóltsvøllin nú eru. Familjurnar eru stórar, og tað er vinarskarðin eisini. Nógv fólk vitjaði á gátt, og Liss var húsbestýrarinda og tók væl ímóti føroyingum og útlendingum og ungum og meiri tilkomnum.

Fyri gott og væl tjúgu árum síðani vórðu húsini seld kommununi, sum hevði brúk fyri økinum. Liss og Rósing bygdu nýggj hús longri uppi í Runavík, og har búgva tey framvegis. Yngsti sonurin eigur nú húsini, og tey bæði hava íbúð í kjallaranum.

Liss er ættkær og trúføst, og alla sína tíð hevur hon verið partur av samkomulívinum í salinum á Toftum og seinni í Berøa í Runavík. Hon spældi til sunnudagsskúla og møtir, hon hjálpti til í Zarepta og barnalegum við Ástjørn í Íslandi, og nú í nógv ár hava hon og Rósing verið sera upptikin av hjálpararbeiði í Rumenia.

Vit bæði vilja fegin heilsa tær, góða Liss, og ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takka tær fyri allar tær góðu løturnar, vit hava havt saman við tær, bæði í Danmark og her heima í Føroyum.

Føðingardagin er høvi at heilsa upp á Liss í Sjókafeini í Runavík millum klokkan 17 og 20.


Sanna og Jóannes