Kortini er tað spell, at endamálið hjá HPS er politiskt og ikki fakligt, tá hann sigur (um samgonguna), at ”skerjingarkósin skumpar undir fráflytingina”.
HPS sat sjálvur á tingi í fjør, tá hann í makrelsamgonguni samtykti 135 mio kr MEIRA í skerjingum á almanna-, skúla- og heilsuøkinum fram til 2016, enn henda samgongan samtykti fyri tveimum vikum síðani. Fekk HPS og makrelsamgongan sín vilja, so vóru bleytu økini 135 mio kr VERRI fyri enn nú!
Hesin veruleikin hevur ongan áhuga í miðlaverðini. Nú verður so peikað eftir hesi samgonguni sum rótin til fráflyting og alt ónt, hóast gongdin í fráflytingini er júst hin sama, sum hon hevur verið seinastu mongu árini.
Í so máta er einki nýtt undir sólini, hóast bæði leik og lærd misbrúka gongdina til egnan politiskan fyrimun. Tað er spell.